Guðstænasta sunnudag 21. septembur kl. 14.00

Sunnudagin 21. september kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv. Føroyskar guðstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát.

Mynd: Í 11 ár hevur Terji Djurhuus verið kirkjusangari hjá Sankta Ólavs kirkjuliði. Nú hevur hann boða frá, at hesin sunnudaginr verður hansara seinasti sum sangari á hesum sinni. Familjan er flutt longur burtur frá býnum, so tað liggur ikki fyri á sama hátt longur.

Vit vilja fegin takka fyri mongu sálmarnar, sum Terji hevur syngi fyri til og fyri solosangin og fleirrædda saman við ørðum, har vakra røddin serliga kemur til sín rætt.

Sálmanir hevur stóran týdning fyri guðstænastuna og vit eru heppin at hava haft ein so dugnaligan sangara at stuðla sálmasanginum.

Alt tað besta framyvir Terji. Gakk tú fram við góðum treyst, allir ljósir einglar fylgja tær.

Næstu føroysku guðstænastunar eru

Týsdagin 23. september kl. 14.00 í kirkjuni á Ríkissjúkrahúsinum. Guðstænasta í samband við norðuratlants dagar á Ríkissjúkrahúsinum.

Sunnudagin 5. oktober kl. 14.00

Sunnudagin 19. oktober kl. 14.00

Mánadagin 29. september kl. 19.00 er fyrilestur á skránni: Vegurin gjøgnum tað ókenda við Barbaru Egilstrøð https://fb.me/e/8YKYRNa7a

Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstødin Nordhavn, liggur nærhendis og bussarnir nr. 23 og nr. 14 steðga eisini tætt við.