Guðstænasta sunnudag 19. oktobur kl. 14.00

Í dag sunnudagin 19. oktober kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv. Føroyskar guðstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum.

Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát.

Mynd: Ottamannafarið Sigmundur, ið hongur undir loftinum í Hans Egedes kirkju er gáva frá familjuni hjá Ottosen, ið var prestur í Sandoydnni.

Næstu guðstænasturnar eru:

Sunnudag 26. oktober Felags norðurlendsk guðstænasta í Esajas kirkjuni kl. 13. Bertel Harder prædikar. Íslendska kórið Staka luttekur.

Sunnudag 2. november kl. 14 – Allahalganasunnudagur

Sunnudag 16. november kl. 14 – Nøvn á teimum, ið farin eru seinasta árið, vera lisin upp undir guðstænastuni. Ynskir tú eitt navn vera lisið upp, vend tær tá til prestin Borgny Brünings-Hansen bbh@km.dk, ella á telefon 51 35 51 90. Eftir guðstænastuna 16. november er aðalfundur í Sankta Ólavs kirkjuliði. Øll eru vælkomin.

Hans Egede kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstødin Nordhavn, liggur nærhendis og bussarnir nr. 23 og nr. 14 steðga eisini tætt við.