Guðstænasta sunnudag 18. januar kl. 14:00

Sunnudagin 18. januar kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egede Kirkju.

Eftir guðstænastuna er sum vant ein drekkamunnur í kirkjustovuni, har høvi er at fáa eitt hugnaligt prát.

Kirkjan liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstøðin Nordhavn liggur umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 14 og 23 steðga tætt við.

Føroyskar guðstænastur eru altíð 1. og 3. sunnudag í mánaðinum í Hans Egede Kirkju.

Næstu guðstænastur og tiltak eru:

Sunnudag 1. februar kl. 14:00

Sunnudag 15. februar kl. 14:00

Sunnudagin 25. januar er andakt og gongutúrur í kvirru í Nordhavn https://fb.me/e/3SgYG2obD

© ELP Photography Emil Lund Pedersen www.emillundpedersen.com 2023 Hans Egede Kirke