Sunnudagin 17. august kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv. Føroyskar guðstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát.
Mynd: Borgny Brünings-Hansen er føroyski presturin í Keypmannahavn.

Í Evangeliinum eftir Lukas lesa vit um tann óálítandi húshaldaran. Honum er latið upp í hendur at standa fyri húsarhaldinum fyri ein annan, men hann misnýtir sítt pláss.
Vit skulu í morgin syngja Tann heimur, Harrin skapað hevur. Hann er nr. 669 í uppískoytinum. Her verður yrkt um, tað eisini er litið okkum menniskjum upp í hendurnar at taka okkum av tí skapta heiminum.
2. Vit nakin her í heimin komu,
og nakin fara foldum frá.
Tí eru kor vár øll tey somu –
í sama báti stór og smá.
Guðs gáva er alt góðs og fæ
at umsita til Harrans dag.
3. Til láns vit henda heimin fingu
at røkja væl várt dagatal
frá fedrunum, ið undan gingu,
sum ruddu rás og veltu dal.
Ta minstu urt sum størsta hval
í trúskapi at røkta væl.
—
Í september eru guðstænastunar:
7. september kl. 14
21. september kl. 14
—
Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstødin Nordhavn, liggur nærhendis og bussarnir nr. 23 og nr. 14 steðga eisini tætt við.

