Guðstænasta sunnudag 16. februar kl. 14.00

Sunnudagin 16. februar kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju. Ein av mongu søgunum aftan fyri Valentinsdag, sum var 14. februar, fer at vera tikin við í prædikuna.

Føroyskar guðstænasturnar eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát.

Adressan er Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro/S-tog statiónin Nordhavn liggur fáar minuttir frá kirkjuni. Bussarnir 14 og 23 steðga eisini tætt við.

Næstu føroysku guðstænastunar eru:

Sunnudagin 2. mars kl. 14. Familjuguðstænasta.

Sunnudagin 16. mars kl. 12. Felagsguðstænasta við danska kirkjuliðið. Húsakórið luttekur.

Eftir guðstænastuna er fernisering og eitt ábit.