Guðstænasta sunnudag 1. februar kl. 14:00

Sunnudagin 1. februar kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egede Kirkju.

Eftir guðstænastuna er sum vant ein drekkamunnur í kirkjustovuni, har høvi er at fáa eitt hugnaligt prát.

Kirkjan liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstøðin Nordhavn liggur umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 14 og 23 steðga tætt við.

Føroyskar guðstænastur eru altíð 1. og 3. sunnudag í mánaðinum í Hans Egede Kirkju.

Næsta guðstænasta og tiltak eru:

Sunnudag 15. februar kl. 14:00

Sunnudag 8. mars kl. 14:00 er andakt og gongutúrur í kvirru í Nordhavn (enskt mál), leinkja: https://www.hansegedeskirke.dk/begivenhed/8-3-2026-pilgrimage-walk-in-nordhavn-26120

Sunnudagin 6. apríl (2. páskadag) er andakt og gongutúrur í kvirru í Nordhavn (danskt mál), leinkja: https://www.hansegedeskirke.dk/begivenhed/6-4-2026-pilgrimsvandring-2-paaskedag-tiny-church-26316

© ELP Photography Emil Lund Pedersen www.emillundpedersen.com 2023 Hans Egede Kirke