Reformatiónin – árin og áhugi í okkara tíð

Temadagur í samband við at 500 ár eru liðin, síðani Martin Luther kunngjørdi teir 95 setningarnar, ið seinni gjørdust grundarlagið undir reformatiónini.

Tiltakið verður skipað við stuttum fyrilestrum við hvør sínum evni. Hvørt evni verður viðgjørt, sum tað sá út fyri 500 árum síðan og eftir hetta við nútíðareygum. Hevur hetta evnið áhuga í okkara tíð? Hevur tað ávirkað samfelag ella tankar hjá okkum, sum nú, 500 ár seinni, búleikast í Europa? Høvi verður at seta Pallborðsluttakarunum spurningar og skifta orð við teir um evnið.

Luttakarar:
Hans Andrias Sølvará, dekanur, Ph.d., undirvísingarleiðari í søgu: Reformatiónin – siðaskiftið.
Um tann týdning reformatiónin fekk fyri menningina fram ímóti tí verðsliga, fjølbroytta og tollynta samfelagnum, sum er kent vestanfyri í dag.

Jákup Reinert Hansen, Ph.d., lektari í kirkjusøgu: Reformatiónin – religiøs praksis.
Reformatiónin í Føroyum varð vovin inn í gerandisdagin hjá fólki, serliga heima við hús, við frálæru, lestri, bøn og sálmasangi. Hetta var tað almenna prestadømið. Hvønn týdning hevur tað almenna prestadømið í dag?

Borgny Brünings-Hansen, prestur, og Erla Højsted, sálarfrøðingur:
Stríðið at fáa góðkenning frá Guði – og øðrum menniskjum:
Hvussu finni eg ein náðigan Guð? Henda spurningin stríddist Luther við í kleystrinum. Hann trúði, at ein serligur levnaður má vera fyri at verða góðtikin av Guði. Henda leiðin førdi tó ikki Luther nærri tí Guði, sum hann leitaði eftir. Enn leita menniskju eftir eini lívsførslu, sum kann fáa tey at kenna, at tey eru góðtikin . Hvørjar leiðir ganga vit, og hvørjar spurningar seta vit fyri at finna svar?