Viljin og ábyrgdin – Hannah Arendt Sunnudagin 22. mars 2020 kl. 14.00-16.00

”Vit eru dømd til at vera fræls við tað, at vit eru fødd. Sama ger, um okkum hóvar frælsi, ella vit hava andstygd fyri tilvild tess, eru nøgd við tað ella okkum hóvar betur at sleppa undan tess øgiligu ábyrgd við at venda okkum til eina ella aðra lagnutrúgv.” (Arendt 1978)

Petra Johnsdóttir hugleiðir um Hannah Arendt, og fer í sínum fyrilestri at hyggja gjøllari at ástøðinum hjá Arendt um viljan.

Ábyrgd er tann reyði tráðurin í verkunum hjá Arendt. Vit standa til svars fyri gerðum okkara – vit hava ábyrgdina av teimum. Somuleiðis ger Arendt vart við, at vit hava okkara fría vilja at velja hvørjar gerðir, vit vilja fremja. Vit kunnu ikki sleppa undan ábyrgdini við at vísa á, at vit bert gjørdu eftir boðum, sum okkum vóru givin.

Ábyrgdin av okkara gerðum er okkara, sama ger, hvørji stjórnarskipan vit liva undir. Tey grundleggjandi lívskorini hjá hvørjum einstakum eru, at vit eru borin inn í henda heim, sum vit hava í felag. Vit hava okkara fría vilja at nýskapa í hesum heimi. Viljin gevur okkum frælsi at fara til verka. Í tilvitskulívi okkara er viljin tann parturin, sum lítur frameftir, lítur ímóti framtíðini, har vit kunnu fara til verka.

Mong menniskju vilja ikki kennast við tað frælsið, sum tann fríi viljin ber við sær. Tey vilja sleppa undan tí øgiligu ábyrgdini av tí fría viljanum við at venda sært til eina ella aðra lagnutrúgv. Hóast Arendt er stúrin og hevur trega av hesum, trýr hon samstundis, at menniskjum stendur í boði at skapa okkurt nýtt, skapa ein betri heim at liva í.

Hannah Arendt (fødd í Linden, Hannover 1906, deyð í New York 1975) var týsk-amerikanskur jødi. Hon var ein av heimsins størstu heimsspekingum í 20. øld. Arendt var útbúgvin innan filosofi, teologi og klassiska filologi á lærdum háskúlum í Týsklandi.

Petra Johnsdóttir Joensen (f. 1945) er útbúgvin løgfrøðingur og fór í 2014 at lesa heimsspeki á KU. Eisini hevur hon holla útbúgving í leiðslu. Petra hevur havt mong leiðandi størv í fleiri donskum kommunum, verið starvsfólkastjóri á stovninum Filadelfia í Dianalund og stjóri á Almmannaverkinum í Føroyum (fyrr Almannastovan). Petra, sum er eldhugað innan sosial mál, hevur skrivað fleiri ritgerðir og blaðgreinar innan hetta málsøkið og hevur eisini luttikið við framløgum á nógvum ráðstevnum.