Fyrilestur um Emil Joensen, prest, og kristiliga Unmannafelagið

Sunnudagin 4. oktober verður føroysk guðstænasta í Hans Egedes Kirkju. Bergur Jacobsen hevur altartænastuna. Fríða M Thomsen, BA og stud.teol, prædikar.

Eftir Guðstænastuna fer Sverri Steinhólm, prestur og cand.teol, at halda fyrilestur um kristiliga ungmannafelag føroyinga í Keypmannahavn (vanliga nevnt “Mílafelagið”) og um prestin Emil Joensen.

Emil Joensen varð føddur í Vágunum í 1891. Hann flutti til Keypmannahavnar sum 18 ára gamal at lesa guðfrøði. Í 1923 varð hann liðugur at lesa, og í 1924 tók hann við kalli sum prestur í Mariukirkjuni á Vesturbrúgv. Hann var í hesum kalli øll arbeiðsárini, til hann í 1961 fór frá sum 70ára gamal. Saman við øðrum, eitt nú Janusi Øssursson, stovnaði hann hitt føroyska kristiliga ungmannafelagið, ið varð ein miðdepil fyri ungar føroyingar í Keypmannahavn. Kristiliga ungamannafelagið ynskti at hjálpa limum sínum til vøkstur og framburð í kristiliga lívinum. Vónin var at fremja eitt reint, ríkt og vakurt ungdómslív føðilandinum at frama og Guði til heiðurs. Um Emil Joensen varð oftani sagt, at hann var kendasti “keypmannahavnar-føroyingurin” í síni tíð. Hansara avrik í ungmannafelagnum vóru stór og eisini heima í Føroyum var hann sæddur sum ein góður og trúfastur vinur. Ongantíð varð sagt um hann, at hann hevði góðar eginleikar til at prædika, men sagt varð, at hann var eitt stórt menniskja, ið dugdi at síggja dygdir í øðrum menniskjum og at hjálpa teimum við at menna hesar dygdir.

Fyrilesturin er ein liður í eini røð av tiltøkum, sum skipað verður fyri í sambandi við at Sankt Ólavs Kirkjulið heldur sín 100 ára hátiðardag tann 28. november.

Eftir fyrilesturin verður drekkamunnur í kirkjustovuni.

Tiltakið er ókeypis!