Pauli Højgaard, socialpedagogur greiður frá sínum arbeiði á Vestarubrúgv

Pauli er ættaður av Skála og hevur í fleiri ár verið ein av leiðarunum á “Mændenes hjem”, har ikki sørt av føroyingum hava loftað sær, tá ið teir eru komnir at kroka undan heimloysi og øðrum socialum avbjóðingum.

Øll eru vælkomin og høvi verður at seta spurningar aftaná frásøgnina. Tað verður kaffisteðgur, har vit vænta, at fólk leggja 10 kr, í felagskassan. Tað er ikki neyðugt við “tilmelding”, men vit fegnast, hvis fólk boða frá luttøku á info@fohus.dk.

Fyriskiparir vegna Føroyahúsið : Hans Petur & Virgar