Leyvfallstúrur á Vestre Kirkegård

Hósdagin 24. oktober kl 16.00 Leyvfallstúrur á Vestre Kirkegård 

Menniskju og gravsteinar – um  navnfram fólk í kirkjugarðinum og merkisverdar gravsteinar.

Hósdagin 24. oktober 2019 skipar Sankta Ólavskirkjulið fyri leyvfallstúri við rundvísing. Tað er kirkjugarðsvegleiðarin Stine Helweg, sum vísir okkum runt á víða økinum. 

Tema hendan dagin er: Menniskju og gravsteinar – um  navnfram fólk á kirkjugarðinum og merkisverdar gravsteinar. Túrurin tekur umleið 2 tímar. 

Vit enda rundvísingina í føroyska kirkjugarðspartinum. 

Tað er í mesta lagi pláss fyri 40 fólkum og tí er neyðugt at tekna seg til tiltakið. Tekning fer fram á bbh@km.dk ella 51 35 51 90 í seinasta lagi mánadagin 21. oktober.

Vit hittast við høvuðsinngongina á Vestre kirkegårds Allé. Tað er inngongin, ið liggur tættast við Carlsberg S-tokstøðina.