Jólatræ og jólaheilsur í Hans Egedes Kirkju 3. sunnudag í advent
Jólahugni fyri alla familjuna í Hans Egedes kirkju sunnudagin 15. december kl. 14.00. Lusiagonga, solo- og felagssangur og jólasøga í kirkjuni.
Aftaná dansa vit um jólatræið og fáa vitjan av jólamanninum. Høvi verður at senda jólaheilsur.
Kirkjan liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø.
S-tokstøðin Nordhavn liggur umleið 5 minuttir frá kirkjuni til gongu og bussar nr. 23 og 14 steðga tætt við. Metrostatiónin Poul Henningsens Plads liggur eisini í umráðnum.