Aðalfundur í Sankta Ólavs kirkjuliði

Eftir gudstænastuna og drekkamunnin sunnudagin 18. novemnber verður aðalfundur. Kirkjuliðið er skipaðvið eini nevnd, sum saman við presti skipar fyri og tekur sær ymsum málum í kirkjuliðnum. Øll eru vælkomin í kirkju og hugnaløturnar. Ein og hvør, sum er limur í fólkakirkjuni kann luttaka og atkvøða á aðalfundinum, sum byrjar í síðsta lagi kl. 16.

Nevndin