Kom inn í flotta tjaldið og hoyr og síggj søgur úr bíbliuni. Aftaná guðstænastuna bjóda vit ein barnavinaligan frokost. Kirkjan liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. S-tokstøðin Nordhavn liggur umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 14 og 23 steðga tætt við. Metrostatiónin Poul Henningsens Plads er eisini í umráðnum. Tekning er ikki neyðug,Læs videre
Kategori: Ikke kategoriseret
Árligi aðalfundurin
Hervið verður boða frá, at árligi aðalfundurin í Sankta Ólavs kirkjuliði verður sunnudagin 17. november 2019 aftaná gudstænastuna (kl. 15.30). Fundurin verður hildin í meinigheitshølinum í Hans Egede kirkju. Fundarskráin til aðalfundin verður hendan: Val av fundarstjóra Val af fundarskrivara Góðkenning av fundarskrá Formansfrágreiðing Framløga av rokniskapi Val av trimum nevndarlimum og einum tiltakslimi. InnkominLæs videre
Jólaguðstænasta 26. desembur
Føroysk Jólaguðstænasta verður í Hans Egedes kirkju 26. desembur kl. 14.00. Kirkjan liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Aftaná er drekkanmunnur í hølunum við síðuna av kirkjuni.
Jólahugni sunnudag 16. desembur
Sunnudag 16 desembur kl. 14 verður jólahugni fyri alla familjuna í Hans Egede kirkju. Millum annað verður Lusiagonga, solo- og felagsssangur, eisini verður ein jólasøga lisin. Aftaná dansa vit um jólatræið og fáa vitjan av jólamanninum. Høvi verður eisini at senda jólaseilsur.
Kristiligum Ungmannafelag til minnis sunnudagin 2. desember
Kristiligt Ungmannafelag, sum kallaðist Mílafelagið, var stovnað 3. desember 1918. Emil Joensen prestur var ein av teimum leiðandi í felagnum. Tá ið hann doyði í 1975, fánaði eisini felagið burtur. Men tey fyrstu 50 árini var hetta eitt virkið og týðandi felag hjá føroyingum í Keypmannahavn og har um vegir. Eftir gudstænastuna 2. desember fara vit einaLæs videre
Aðalfundur í Sankta Ólavs kirkjuliði
Eftir gudstænastuna og drekkamunnin sunnudagin 18. novemnber verður aðalfundur. Kirkjuliðið er skipað við eini nevnd, sum saman við presti skipar fyri og tekur sær ymsum málum í kirkjuliðnum. Øll eru væl komin í kirkju og hugnaløturnar. Ein og hvør, sum er limur í fólkakirkjuni kann luttaka og atkvøða á aðalfundinum, sum byrjar í síðsta lagi kl. 16. Nevndin
Ólavsøkan í Keypmannahavn 2018
Nú Føroyahúsið er afturlatið vegna umbygging, verður ólavsøkan í ár hildin á Norðuratlantsbryggjuni, Strandgade 91, 1401 København K. Vit eru á 5. hædd. Gudstænasta verður í Christians kirkjuni, Strandgade 1, 1401 Kbh K. Bryggjan hevur eina listaframsýning á niðastu hædd eins og glashúsið hjá Trónda Paturssyni er opið millum 12 og 17. Ólavsøkugestir hava fríaLæs videre
Annan hvítusunnudag
Annan hvítusunnudag er uttandurað guðstænasta á Norðhavn kl. 15.00, har báturin frá róðrarfelagnum, Tvørábáturin, og Húsakórið luttaka.
