Hervið verður boða frá, at árligi aðalfundurin í Sankta Ólavs kirkjuliði verður sunnudagin 17. november 2019 aftaná gudstænastuna (kl. 15.30). Fundurin verður hildin í meinigheitshølinum í Hans Egede kirkju.
Fundarskráin til aðalfundin verður hendan:
- Val av fundarstjóra
- Val af fundarskrivara
- Góðkenning av fundarskrá
- Formansfrágreiðing
- Framløga av rokniskapi
- Val av trimum nevndarlimum og einum tiltakslimi.
- Innkomin uppskot
- Annað (tað er ikki møguligt at viðtaka nakað undir hesum punktinum)
Um onkur ynskir at stilla upp til nevndina, so skal formaðurin Martin Fjallstein hava boð um í seinasta lagi 7. november 2019 kl. 16:00.
Uppskot til broytingar av viðtøkum skulu verða formanninum í hendi í seinasta lagi 27. oktober 2019 kl. 16:00.
Vegna Sankta Ólavs kirkjulið
Martin Fjallstein, formaður
Tlf. 2097 9568 E-mail: martin@fjallstein.dk