Barnaguðstænasta 22. apríl

Sunnudagin 22. apríl klokkan 14.00 verður føroysk barnguðstænasta í Natanaels kirkju, Holmbladsgade 19.

Kom og hoyr um, hvussu tað gekst, tá hægsta tornið í heiminum skuldi byggjast. Guðstænastan varir umleið hálvan tíma, og vit syngja sálmar og sunnudagsskúlasangir.

Aftaná bjóða vit okkurt leskiligt. Fyri at vita, hvussu nógv vit nøkulunda vera, kunne tit siga irá á FB síðuni hjá sunnudagsskúlanum, ella senda ein sms til 51 35 51 90. Tit er vælkomin, stór og smá, sjálvt um tit ikki hava sagt frá.

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Sunnudagsskúlin á Oyrasundskolleginum og føroyski presturin í Keypmannahavn.