Ein heilsan frá Borgny Brüning-Hansen

 

Tað var ein stór løta sunnudagin 5. juni, tá eg var innsett sum prestur í Sankta Ólavs Kirkjuliði. Eg vil bera eina hjartans tøkk til øll, sum vóru við at gera dagin hátíðarligan og hugnaligan. Prósturin í Holmens próstadømi og dómpróvsturin í Føroyum, arbeiðsfelagir, føroyingar sum danir, kirkjuráðini, kór, organistur, deknur og øll sum vóru savnað at halda gudstænastu. Dagurin var ein dreymabyrjan í nýggja starvinum.

Sunnudagin 19. juni kl. 14.00 skal eg halda mína fyrstu vanligu sunnudagsgudstænastu. Evangeliið til dagin er úr fjallataluni <<Elskið fíggindar tykkara og vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum; gerið væl ímóti teimum, ið hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið illkenna tykkum og forfylgja tykkum >>. Hesin markleysi kærleiki, sum Jesus boðar, megna vit sjálvdan at fylgja. Er evangeliið so veruleikarfjart og óviðkomandi? Vit syngja ein svenskan summarsálm, sum er umsettur til føroyskt í 2009 av Hera Tróndheim. Nr. 545 í sálmabókini Gud, tú sum ljósið lætst skína so bjart verður eisini ein av sálmunum. Sum vant er ein kaffimunnur aftaná gudstænastuna.