Sunnudagsskúli

Sunnudagin 10. oktobur klokkan 11.00 er sunnudagsskúli í Føroyahúsinum. Á skrannið er sagnur, bíbliusøga og hugni. Aftana er barnavinarligur frokostur.

Guðstænasta 2. mai

Sunnudagin 2. mai kl. 14.00 er føroysk guðstænasta aftur í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv. 21. apríl vóru rætningslinjurnar fyri gudstænastur broyttar. Tað ber nú til at hava guđstænastur sum í heyst, viđ sangi og altargongd. Tó enn við frástøðu. Tveir metrar skal vera millum okkum, tá vit syngja. Um viðrar, verður drekkamunnur í garðinum uttanfyri.  FøroyskarLæs videre

Jólagudstænastan 2. jóladag avlýst

Góðu kirkjufólk Vit høvdu glett okkum til jólagudstænastuna 2. jóladag. Hon skuldi vera í Mariukirkju á Vesturbrúgv, sum vit høvdu lænt, tí har kunna upp til 70 fólk koma til gudstænastu.  Sum flest øll vita, hevur orðaskifti verið í mongum sóknum, um tað er ráðiligt at hava gudstænastur við nógvum fólki, nú so nógv smittaLæs videre

Tónleikagudstænasta og jólaheilsur í Hans Egedes Kirkju

Tónleikagudstænasta og jólaheilsur í Hans Egedes Kirkju, Vardegade 14, 2100 København Ø Sunnudagin 6. december kl. 14.00. Kirkjusangarar og Tóra Vestergaard syngja (eingin felagssangur vegna koronu). Eftir gudstænastuna er høvi at lesa jólaheilsur inn og fáa sær kaffi/te/saft og eplaskivur uttanfyri.

Aðalfundur

Hervið verður boða frá, at árligi aðalfundurin í Sankta Ólavs kirkjuliði verður sunnudagin 15. november 2020 aftaná gudstænastuna. Fundurin verður hildin í meinigheitshølinum í Hans Egede kirkju. Fundarskráin til aðalfundin verður hendan: Val av fundarstjóra Val af fundarskrivara Góðkenning av fundarskrá Formansfrágreiðing Framløga av rokniskapi Val sambært viðtøkunum Innkomin uppskot Annað (tað er ikki møguligt atLæs videre

Viðvíkjandi kirkjukaffi eftir guðstænastuna

Grundađ høga smittutrýstiđ í høvuđstađarøkinum í løtuni, hevur kirkjuráđiđa tikiđ avgerđ um ikki at samlast til drekkamunn eftir guđstænasturnar. Tí verđur einki kirkjukaffi nú sunnudagin. Føroysku guđstænasturnar halda fram sum vant og næstu ferđ er í morgin 20. september, kl. 14.00 í Hans Egedes kirkju. Vit fylgja sjálvandi øllum tilmælum frá mynduleikunum um frástøðu ogLæs videre

Koncert í Hans Egedes kirkju

Koncert í Hans Egedes kirkju sunnudagin 13. september kl. 14.00 við verkum eftir Kára Bæk í samband við at hann fyllir 70 ár. Luttakarir: Daisy Johannesen Lolk, sopran, Jóannes Nolsøe, orgul. Sangarar úr Húsakórinum, undir leiðslu av Tóru Vestergaard.  Jóannes Nolsøe, stigtakari til koncertina til heiðurs fyri Kára Bæk, sigur “Eg velji at trúgva taðLæs videre