Sunnudagur 15. novembur kl. 14:00 er seinasta føroyska guðstænasta í hesum kirkjuárinum. Undir gudstænastuni nevna vit nøvnini á teimum, ið farin eru seinasta árið, og sum á ymiskan hátt høvdu tilknýti til føroyska umhvørvið á Keypmannahavnarleiðini.
Er tú avvarandi og hevur eitt navn, tú ynskir verður nevnt, er tú vælkomin at skriva til Borgny Brünings-Hansen, prest bbh@km.dk – 51355190.
Eftir guðstænastunar er kaffi og te at fáa í hølunum við síðuna av kirkjuni, har høvi er at fáa eitt hugnaligt prát. Øll eru hjartaliga vælkomin.
—
Fráboðanir, sí sjálvstøðuga lýsing við fundarskrá:
Sunnudag 15. novembur uml. kl. 15.30 Aðalfundur
Sunnudag 15. novembur uml. kl. 16.00 Eyka aðalfundur
—
Føroyskar guðstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum.
Í desembur eru guðstænastur:
6. desembur kl. 14:00
20. desembur kl. 14:00
26. desembur kl. 14:00 Jólaguðstænasta
—
Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstødin Nordhavn, liggur nærhendis og bussarnir nr. 23 og nr. 14 steðga eisini tætt við.

