Hervið verður boða frá, at árligi aðalfundurin í Sankta Ólavs kirkjuliði verður
sunnudagin 15. novembur 2026 kl. 15:30 aftaná guðstænastuna. Fundurin verður hildin í Pejsestovuni í Hans Egede kirkju.
Fundarskráin til aðalfundin verður hendan:
- Val av fundarstjóra
- Val av fundarskrivara
- Góðkenning av fundarskrá
- Nevndarfrágreiðing
- Framløga av ársrokniskapi
- Val sambært viðtøkunum
- Innkomin uppskot
a) Viðtøkubroyting
- Annað (tað er ikki møguligt at viðtaka nakað undir hesum punktinum)
Um onkur ynskir at stilla upp til nevndina, so skal forfólkið Heidi T. Dalfoss hava
boð um í seinasta lagi 5. novembur 2026 kl. 16:00.
Vegna Sankta Ólavs Kirkjulið
Heidi T. Dalfoss, forfólk
T-postur: htdalfoss@gmail.com





