Sunnudag 5. juli kl. 14.00 Tólvkanturin í Nordhavn

Sunnudagin 5. juli kl 14.00 verður føroysk guðstænasta í tólvkantaðu trækirkjuni í Nordhavn. Henda nýbygda kirkjan liggur í somu sókn sum Hans Egedes kirkja, har føroyskar guðstænastur vanliga eru.

Henda summarsunnudagin verður guðstænasta í serstaka økinum í Nordhavn, har náttúran er tætt at bygninginum, sum hevur serstakan arkitektur, sum gevur ein øðrvísi dám enn í kirkjurúmum, vit vanliga kenna.

Hugni við kaffi/te er aftaná guðstænastuna. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Les meira um Tiny Church / Tólvkantin: https://www.hansegedeskirke.dk/tiny-church

Bústaður: Vesterhavsvej 2, 2150 Nordhavn

Bussur 164 (móti Oceankaj) koyrir tætt við og tættasta Metro statiónin er Orientkaj. Vit hjálpa fegin við at koma síðsta strekkið frá statión, Nordhavn ella Orientkaj, til kirkjuna. Ring 51 35 51 90 áðrenn leygardagin 4. juli kl. 14.00 og boða frá.

Í takinum er tólvkantað vindeyga, sum gevur rúminum náttúrligt ljós og gevur okkum himmalskt útsýni.

Føroyskar guðstænastur eru fast 1. og 3. sunnudag í mánaðinum. Adressan er: Vardegade 14, 2100 København Ø.

Næsta gudstænastan er:

Týsdag 28. juli kl. 14:00 Ólavsøkuguðstænasta í Mariukirkjuni á Vesterbro. Tað er Ólavsøkuhald í Føroyahúsinum aftaná, sí leinkju: https://www.facebook.com/photo/?fbid=1607077778084116&set=a.215083187283589