Í sambandi við at Sankta Ólavs kirkjulið hevur 100 ár á
baki, v
erður skipað fyri einum pallborðsfundi í Føroyahúsinum týskvøldið 10. november kl. 19.30.
Fundarevni: Át
rúnaður og trúgv í føroyska samfelagnum – nú og í framtíðini.
Pallborðsluttakarar eru:
• Janna Hansen, cand. mag. í religión og søgu, ph.d. frá Aarhus Universitet. Hon arbeiðir í løtuni sum postdoc á Universitetinum i Agder, Kristiansand.
• Jakup Erlingsson Petersen, tikið Master í teologi frá Fjellhaug, Oslo og lesir nú á Københavns universitet. Hann er virkin í Eliaskirkjuarbeiðinum.
• Theodor Eli Dam Olsen, cand. teol. frá Københavns Universitet, sóknarprestur í Hoyvík og formaður í Prestafelag Føroya.
• Orðstýrari: Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður
Praktisk viðurskifti: Kl. 17.30 hevur Føroyahúsið týsdagsdøgurða við mortansdunnu. Eftir døgurðan verður ruddað og stillað upp til pallborðsfundin, sum byrjar stundisliga kl. 19.30.
Øll eru vælkomin til pallborðsfundin – eisini tey, sum ikki hava hug, tíð ella ráð til at eta dunnu í Føroyahúsinum.