Í samband við 100 ára haldið 28. novembur, bar Sankta Ólavs kirkjulið hesa heilsan til Bergur Jacobsen, sum 1. februar er farin frá vegna aldur.
>>Í ár hátíðarheldur Sankta Ólavs kirkjulið sín 100 ára stovningardag, og samstundis takkar kirkjuliðið Berg Jacobsen, prest, fyri, at hann hevur verið prestur og sálarhirði okkara tey síðstu 20 árini. Tey eru ein fimtingur av søguni hjá kirkjuliðnum, og eru tí eitt stórt og týdningarmikið tíðarskeið.
Øll hesi mongu árini hevur Bergur havt nógvar gudstænastur, havt fleiri fyrilestrar og annars verið við í nógvum øðrum kirkjuligum virksemi. Tað eru serstakliga gudstænasturnar, ið hava givið okkum kunnleika um grundvøll og sjónarmið hansara. Ber
gur hevur lýst dagsins tekst soleiðis, at vit hava kunnað flættað hann inn í okkara gerandisdag. Hann hevur aftur og aftur víst á Kristi fullgjørdu sáttargerð og mint okkum á at hava hitt tvítáttaða kærleiksboðið í huga. Í mongum prædikum er eisini hansara hugburður til samfelagsmál komin týðiliga til sjóndar. Hetta at vit í felag eiga at bera byrðar hvør hjá øðrum og átala órættvísina.
Eitt serligt eyðkenni við gudstænastunum hevur verið, at har er rúmsátt á tann hátt, at eisini mong onnur eru sloppin at virka við undir gudstænastuni. Kirkjunnar vegna hevur Bergur verið ein varði í lívsins skiftandi korum. Hetta hevur verið sjónligt undir dópi og brúðarvígslu, tá ið lívsins gleði og eydna verða staðfest í kirkjuni, men eisini við troystarorðum, tá ið ein av okkara kæru er farin.
Bergur er siðiligur og høviskur maður, men menskur í hugsan og orði. Eitt av lyndiseyðkennum hansara er, at hann ikki søkir tokka hjá monnum, men sigur tað, sum sigast skal, tá ið tað er neyðugt.
Góði Bergur, vit siga tær og Valerie, konu tíni, hjartans takk fyri alt tað, sum tit hava lagt eftir tykkum í drúgvari og trúfastari tænastu, og vit ynskja tykkum Guds signing og góðan byr í komandi tíðum.<<