Í morgin sunndagin 19. Januar kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju.
Teksturin henda dagin er um brúdleypið í Kana. Vit nýta høvi til at syngja tveir sálmar, ið vanliga verða sungnir til vígslur.
—
Føroyskar guðstænasturnar eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát.
—
Adressan er Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro/S-tog statiónin Nordhavn liggur fáar minuttir frá kirkjuni. Bussarnir 14 og 23 steðga eisini tætt við.
—
Næsta føroyska guðstænastan er sunnudagin 2. februar kl 14.00.
