Pallborðsfundur um trúgv og vísindi

Pallborðsfundur um trúgv og vísindi

– í Føroyahúsinum týskvøldið 1. november kl. 19.30

Fyriskipari: Sankta Ólavs kirkjulið

Pallborðfundurin er ókeypis. Høvi er at byrja kvøldið við ræstum fiski, sum Føroyahúsið borðreiðir við kl. 17.30. Kostnaðurin fyri døgurða við kaffimunni og søtum omaná er 130 kr. Tekning til døgurðan í Føroyahúsinum.

Pallborðsluttakarar

Arni Zachariassen, bachelor í gudfrøði frá University of Aberdeen. Aktivur kjakari, bloggari og skribentur. Ein av stovnarunum av felagskapinum Dialogos.

Anfinn Joensen, cand.scient í biokemi frá Københavns Universitet. Adjunktur í kemi, biologi og bioteknologi á Stenhus Gymnasium í Holbæk.

Herman F. Christiansen, cand.mag í søgu og heimspeki frá Københavns Universitet. Freelance blaðmaður hjá Kristeligt Dagblad. Ein av stigtakarunum til Humanistafelag Føroya

Fundarstjóri: Katrin Petersen, journalistur og verkætlanarleiðari hjá Vakstrarætlan Sandoy.

Øll eru vælkomin til pallborðsfundin – eisini tey, sum ikki hava hug, tíð ella ráð til at eta ræstan fisk í Føroyahúsinum. Tiltakið endar í seinasta lagi kl. 22.00.

Markið millum trúgv og vísindi

Hvar gongur markið millum trúgv og vísindi. Henda spurning hava lærd fólk kjakast og skift orð um síðan antikkina.

Við trúbótini, upplýsingartíðini og serliga nú á okkara døgum er gloppið millum trúgv og vísindi vorðið størri. Fakfólk innan ymiskar vísindagreinar hava kjakast um, hvussu viðurskiftini millum trúgv og vísindi eiga at skiljast.

Í høvuðsheitum kann sigast, at trý grundsjónarmið eru innan hetta økið – nevniliga:

Trúgv og vísindi kunnu ikki sameinast!

Trúgv og vísindi hoyra til hvør sítt økið!

Trúgv og vísindi eiga at samskifta hvør við aðra!

Hesar tríggjar yvirskriftirnar lýsa sjálvsagt ikki alt hetta økið, ið fevnir nógv breiðari. Á pallborðsfundinum 1. november verður høvi at hoyra meira um, hvat teir tríggir pallborðsluttakararnir standa fyri, og hvussu teir síggja sjónarmiðini hjá hvørjum øðrum.

Høvi verður eisini at seta lutakarunum spurningar innan umrødda økið.