Kom við á spennandi útferð til Helsingør.
Vit fara úr Hans Egede Kirkju kl. 10:00, og koyra til Helsingør, har vit fáa ein kaffimunn áðrenn vit vitja framsýningina ”SOS – Reddet på åbent hav” á M/S – Museet for Søfart.
Framsýningin sigur søguna um fragtskipið CLARA MÆRSK, sum ávegis úr Bangkok til Hong Kong fekk SOS-boð frá einum skipi við fleiri túsund flóttar-fólkum í havsneyð. Hetta gjørdist ein av heimsins størstu bjargingaratsóknum á opnum havi. Skiparin á CLARA MÆRSK var Anton Olsen úr Rituvík.

Aftaná framsýningina eta vit frokost í Helsingør.
Vit eru aftur heima í seinasta lagi kl. 17.
Kostnaður: 250,- kr.
Prísurin er fyri allan túrin, men uttan drekkivørur til frokostin, sum hvør sær rindar.
Bindandi tilmelding innan 1. mai hjá Oddur Hansen, 26840725 ella her:
Atgongumerkjasøla: https://place2book.com/da/sw2/sales/5a3c7nvwrc
Fyriskipari:
Sankta Ólavs Kirkjulið, Hans Egedes Kirkja, Vardegade 14, 2100 København Ø
