Felags føroysk-donsk guðstænasta & málningasýning 16. mars kl. 12.00

Sunnudagin 16. mars er felags donsk/føroysk guðstænasta í Hans Egedes Kirkju kl. 12 (og ikki kl. 14.00 sum vanligt). Føroyska Húsakórið luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Eftir guðstænastuna letur málningasýning upp í hølunum við síðuna av kirkjuni. Onnur av listakvinnunum hevur myndaevni úr Føroyum. Vit bjóða eitt lætt ábit og Húsakórið syngur eisini tveir sangir.Læs videre