Støðugt á ferð – K. O. Viderø og ferðafrásagnir hansara

Bergur Djurhuus Hansen heldur fyrilestur um Kristian Osvald Viderø og ferðafrásagnir hansara.
Neyvan nakar føroyskur útiseti man hava ferðast so títt, støðugt og víða sum Viderø (1906-1991). At ferðast var fyri hann ein spurningur um lív ella deyð – og tilfar til skaldskap.
Eftir Viderø liggja í dag 4 bind við ferðafrásagnum umframt mangt annað – týðingar, bygdasøgur, prædikur og yrkingar. Í fyrilestrinum verður greitt frá lívi hansara sum útiseti í Keypmannahavn, frá hansara ferðum og ritverki – og frá hansara longsli til Føroyar og úr Føroyum.

Sí okkara tiltak á facebook vanga okkara her.