Greinar

Heilsan til Berg Jacobsen, prest.

Í samband við 100 ára haldið 28. novembur, bar Sankta Ólavs kirkjulið hesa heilsan til Bergur Jacobsen, sum 1. februar er farin frá vegna aldur.

>>Í ár hátíðarheldur Sankta Ólavs kirkjulið sín 100 ára stovningardag, og samstundis takkar kirkjuliðið Berg Jacobsen, prest, fyri, at hann hevur verið prestur og sálarhirði okkara tey síðstu 20 árini. Tey eru ein fimtingur av søguni hjá kirkjuliðnum, og eru tí eitt stórt og týdningarmikið tíðarskeið.

Øll hesi mongu árini hevur Bergur havt nógvar gudstænastur, havt fleiri fyrilestrar og annars verið við í nógvum øðrum kirkjuligum virksemi. Tað eru serstakliga gudstæn-asturnar, ið hava givið okkum kunnleika um grundvøll og sjónarmið hansara. Ber
gur hevur lýst dagsins tekst soleiðis, at vit hava kunnað flættað hann inn í okkara gerandisdag. Hann hevur aftur og aftur víst á Kristi fullgjørdu sáttargerð og mint okkum á at hava hitt tvítáttaða kærleiksboðið í huga. Í mongum prædikum er eisini hansara hugburður til samfelagsmál komin týðiliga til sjóndar. Hetta at vit í felag eiga at bera byrðar hvør hjá øðrum og átala órættvísina.

Eitt serligt eyðkenni við gudstænastunum hevur verið, at har er rúmsátt á tann hátt, at eisini mong onnur eru sloppin at virka við undir gudstænastuni. Kirkjunnar vegna hevur Bergur verið ein varði í lívsins skiftandi korum. Hetta hevur verið sjónligt undir dópi og brúðarvígslu, tá ið lívsins gleði og eydna verða staðfest í kirkjuni, men eisini við troystarorðum, tá ið ein av okkara kæru er farin.

Bergur er siðiligur og høviskur maður, men menskur í hugsan og orði. Eitt av lyndis-eyðkennum hansara er, at hann ikki søkir tokka hjá monnum, men sigur tað, sum sigast skal, tá ið tað er neyðugt.

Góði Bergur, vit siga tær og Valerie, konu tíni, hjartans takk fyri alt tað, sum tit hava lagt eftir tykkum í drúgvari og trúfastari tænastu, og vit ynskja tykkum Guds signing og góðan byr í komandi tíðum.<<

100 ára hátíðarguðstænasta í Keypmannahavn

Leygardagin 28. november kl.14.00 verður søgulig hátíðargudstænasta í Eliaskirkjuni á Vesturbrúgv. Gudstænastan verður ein staðfesting av og fagnaður um, at 100 ár eru liðin, síðani føroyingar í Keypmannahavn stovnaðu tað føroyska kirkjuliðið, Sankta Ólavs kirkjulið, ið er tann elsti, føroyski, felagskapurin í Danmark, sum er við sítt fríska lív.

Undir gudstænastuni syngur Mpiri kórið sum preludium: “Harra Guð týtt dýra navn og æra” saman við handklokkuspæli. Jógvan Fríðriksson, Føroya biskupur, hevur altartænastuna og Peter Skov-Jakobsen, Keypmannahavnar biskupur, prædikar. Eftir prædikuna frumframførir Mpiri eitt verk hjá Sunnleivi Rasmussen saman við solisti og urgupæli. Hetta verkið er gjørt til henda hátíðardagin. Sum postludium syngur Mpiri “Fedranna kirkja” hjá Gudmundi Bruun við urguspæli.

Eftir gudstænastuna, kl. 15.30, býður nevndin øllum í Føroyahúsið til móttøku við leskiligum ábiti og øðrum. Høvi verður hjá fólki at siga nøkur orð og heilsa føðingardagsbarninum. Nevndin hevur latið eitt minnisrit gera í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið. Minnisritið, sum er 160 síður, og bæði á føroyskum og donskum máli, verður henda dagin latið øllum í Føroyahúsinum ókeypis.

Hátíðarhaldið er viðvíkjandi føroyska málinum søgulig hending, sum tað festir, at nú eru 100 ár liðin, síðani danski presturin og føroyavinurin, Gudmund Bruun, kom einaferð um mánaðin av Fyn til Keypmannahavnar at hava gudstænastu á føroyskum. Ikki fyrr enn 24 ár eftir tað, í 1939, fekk føroyska málið við kongligari fyriskipan sømdir innan kirkjugátt í Føroyum.

Nevndin, sum virkar sum eitt kirkjuráð, vónar, at nógv fólk fer at koma saman til hetta søguliga hátíðarhaldið við hámessu og móttøku. Nógv verður gjørt burturúr fyri at skapa hátíðardám, biskupar og prestar luttaka, umboð fyri øll føroysk feløg í Danmark eru boðin við og samskift verður í løtuni við Kringvarp Føroya um at fáa guðstænastuna tikna upp til antin føroyska sjónvarpið ella útvarpið. Nevndin hevur eisini ta vón, at fólk, sum eiga føroysk klæðir, koma í teimum til hátíðarhaldið.

Hátíðargudstænastan verður sum nevnt í Eliaskirkjuni og ikki í Hans Egede kirkju, har kirkjuliðið annars eigur innivist. Hans Egede kirkja verður mett at vera ov lítil til hámessuna. Eliaskirkjan er størri og haðani eru bert einir 5 minuttir at ganga til Føroyahúsið á Vesterbrogade 17A.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hátíðarhaldið, og øllum stendur í boði at bera øðrum hesi tíðindini og bjóða øðrum við.

Nevndin fyri Sankta Ólavs kirkjulið

Pallborðsfundur í Føroyahúsinum

Í sambandi við at Sankta Ólavs kirkjulið hevur 100 ár á
baki, verður skipað fyri einum pallborðsfundi í Føroyahúsinum týskvøldið 10. november kl. 19.30.

Fundarevni: Átrúnaður og trúgv í føroyska samfelagnum – nú og í framtíðini.

Pallborðsluttakarar eru:

Janna Hansen, cand. mag. í religión og søgu, ph.d. frá Aarhus Universitet. Hon arbeiðir í løtuni sum postdoc á Universitetinum i Agder, Kristiansand.

Jakup Erlingsson Petersen, tikið Master í teologi frá Fjellhaug, Oslo og lesir nú á Københavns universitet. Hann er virkin í Eliaskirkju­arbeiðinum.

Theodor Eli Dam Olsen, cand. teol. frá Københavns Universitet, sóknarprestur í Hoyvík og formaður í Prestafelag Føroya.

Orðstýrari: Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.

Praktisk viðurskifti: Kl. 17.30 hevur Føroyahúsið týsdagsdøgurða við mortansdunnu. Eftir døgurðan verður ruddað og stillað upp til pallborðsfundin, sum byrjar stundisliga kl. 19.30.

Øll eru vælkomin til pallborðsfundin – eisini tey, sum ikki hava hug, tíð ella ráð til at eta dunnu í Føroyahúsinum.

Ein heilsan frá Borgny Brüning-Hansen

Tað var ein stór løta sunnudagin 5. juni, tá eg var innsett sum prestur í Sankta Ólavs Kirkjuliði. Eg vil bera eina hjartans tøkk til øll, sum vóru við at gera dagin hátíðarligan og hugnaligan. Prósturin í Holmens próstadømi og dómpróvsturin í Føroyum, arbeiðsfelagir, føroyingar sum danir, kirkjuráðini, kór, organistur, deknur og øll sum vóru savnað at halda gudstænastu. Dagurin var ein dreymabyrjan í nýggja starvinum.

Sunnudagin 19. juni kl. 14.00 skal eg halda mína fyrstu vanligu sunnudagsgudstænastu. Evangeliið til dagin er úr fjallataluni <<Elskið fíggindar tykkara og vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum; gerið væl ímóti teimum, ið hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið illkenna tykkum og forfylgja tykkum >>. Hesin markleysi kærleiki, sum Jesus boðar, megna vit sjálvdan at fylgja. Er evangeliið so veruleikarfjart og óviðkomandi? Vit syngja ein svenskan summarsálm, sum er umsettur til føroyskt í 2009 av Hera Tróndheim. Nr. 545 í sálmabókini Gud, tú sum ljósið lætst skína so bjart verður eisini ein av sálmunum. Sum vant er ein kaffimunnur aftaná gudstænastuna.

Fyrilestur um Emil Joensen, prest, og kristiliga Unmannafelagið

Sunnudagin 4. oktober verður føroysk guðstænasta í Hans Egedes Kirkju. Bergur Jacobsen hevur altartænastuna. Fríða M Thomsen, BA og stud.teol, prædikar.

Eftir Guðstænastuna fer Sverri Steinhólm, prestur og cand.teol, at halda fyrilestur um kristiliga ungmannafelag føroyinga í Keypmannahavn (vanliga nevnt “Mílafelagið”) og um prestin Emil Joensen.

Emil Joensen varð føddur í Vágunum í 1891. Hann flutti til Keypmannahavnar sum 18 ára gamal at lesa guðfrøði. Í 1923 varð hann liðugur at lesa, og í 1924 tók hann við kalli sum prestur í Mariukirkjuni á Vesturbrúgv. Hann var í hesum kalli øll arbeiðsárini, til hann í 1961 fór frá sum 70ára gamal. Saman við øðrum, eitt nú Janusi Øssursson, stovnaði hann hitt føroyska kristiliga ungmannafelagið, ið varð ein miðdepil fyri ungar føroyingar í Keypmannahavn. Kristiliga ungamannafelagið ynskti at hjálpa limum sínum til vøkstur og framburð í kristiliga lívinum. Vónin var at fremja eitt reint, ríkt og vakurt ungdómslív føðilandinum at frama og Guði til heiðurs. Um Emil Joensen varð oftani sagt, at hann var kendasti “keypmannahavnar-føroyingurin” í síni tíð. Hansara avrik í ungmannafelagnum vóru stór og eisini heima í Føroyum var hann sæddur sum ein góður og trúfastur vinur. Ongantíð varð sagt um hann, at hann hevði góðar eginleikar til at prædika, men sagt varð, at hann var eitt stórt menniskja, ið dugdi at síggja dygdir í øðrum menniskjum og at hjálpa teimum við at menna hesar dygdir.

Fyrilesturin er ein liður í eini røð av tiltøkum, sum skipað verður fyri í sambandi við at Sankt Ólavs Kirkjulið heldur sín 100 ára hátiðardag tann 28. november.

Eftir fyrilesturin verður drekkamunnur í kirkjustovuni.

Tiltakið er ókeypis!

Santa Ólavs kirkjulið 100 ár í heyst

Føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn verður 100 ár í novembur mánað. Tíðliga kom kirkjuliðið at eita Santa Ólavs Kirkjulið, og soleiðis eitur tað enn. Onkuntíð verður tað stytt til SÓK. Heimasíðan eitur kortini fokirkja.dk eins og síðan hjá Føroyahúsinum í Keypmannahavn eitur fohus.dk. Fo sipar til Føroyar.

Eftir nógv ár í Samuelskirkjuni í Thorsgade flutti kirkjuliðið í 2012 í Hans Egede Kirkju í Vardegade á Eysturbrúgv. Sámauelskirkjan, sum varð seld til annað endamál ungdómsbúðir), var stór og hábærslig, Hans Egede Kirkja er hugnalig og hóskiliga stór. Prestarnir hesi 100 árini hava verið Gudmund Bruun, sum fór undir tær føroysku gudstænasturnar í 1915, Emil Joensen, Petur Andrew Petersen (1970-19959 og Bergur Jacobsen, sum hevur verið prestur síðani 1995. Harumframt hava aðrir føroyskir prestar eisini havt gudstænasturnar t.d. Salomon Joensen og Frímann á Brúnni, og Derhard Jógvanson, sum eitt skifti var vikarur fyri Berg Jacobsen.

Øll, sum eru limir í donsku fólkakirkjuni, eru í prinsippinum limir í føroyska kirkjuliðnum. Í praksis avmarkar hetta seg kortini til kirkjufólk, sum javnan ella stundum koma til tær føroysku gudstænasturnar, ið eru tvær ferðir um mánaðan. Hesi fólkini velja kirkjuráðið, sum telur seks limir, tveir tiltakslimir og prest. Tríggir limir verða valdir hvørt árið. Miðalaldurin í hesum kirkjráðnum man vera ein tann lægsti í Danmark.

Søgan um kirkjuliðið verður nú skrivað og fer at koma út sum eitt minnis- og hátíðarrit, tá ið hátíðarhaldið verður í novembur. Kirkjuráðslimurin Oddur Hansen, ættaður úr Søldarfirði, bibliotekarur í Keypmannahavn, samskipar hetta arbeiðið. Í fjør varð útskrivað búmerkjakapping. Hon fekk góða undirtøku, og eitt uppskot hjá Hans Christian Andreasen (HC) úr Havn varð í oktobur valt til búmerki hjá kirkjuliðnum. Tað sæst á heimasíðuni, sum eisini er nýggj. Janus Kampmann hevur eftir áheitan ment hana, og kirkjuráðslimurin Tóki Bjarkhamar røkir hana.

Tiltøk í sambandi við 100 ára dagin

Fleiri tiltøk verða í heyst, tá vit nærkast hátíðardegnum, sum er 28. novembur. Sunleif Rasmussen skrivar tónleikaverk til dagin, sum verður hildin við gudstænastu í Eliaskirkjuni á Vesturbrúgv og hátíðarløtu í Føroyahúsinum. Fyrsta tiltakið verður kortini longu sunnudagin 6. septembur, tá ið Sverri Steinhólm prestur fer at halda fyrilestur um Emil Joensen prest. Ein mánað seinni, sunnudagin 4. oktobur, heldur Bergur Jacobsen prestur fyrilestur um Gudmund Bruun. Fyrilestrarnir vera í kirkjustovuni, og ætlanin er at gera eitt sindur eyka burturúr hesar báðar dagarnar.

Mortansaftan, týskvøldið 10. novembur, verður eitt tiltak í Føroyahúsinum. Eftir døgurðan verður pallborðsfundur, har Theodor Olsen prestur í Hoyvík, Janna Egholm Hansen, ph.d. og ein ella tvey onnur kjakast um aktuell og eksistentiell mál. Arbeitt verður eisini við einum stórum og øðrvísi tiltaki, sum skal fara fram í kirkjuni seinnapartin í oktobur (24.- 25.10.). Ein arbeiðsbólkur arbeiðir saman við ymsum fakfólkum við hesi verkætlan, men enn er hon ikki búgvin at umrøða gjøllari.

Samanumtikið verður nógv gjørt burtur úr 100 ára degnum, og vónandi leggja mong sær hesi tiltøkini í geyma. Tey fara sjálvandi at verða kunngjørd nágreiniliga í kalendaranum á okkara heimasíðu og lýst í fjølmiðlum og á øðrum heimasíðum.

Hans Egedes Kirkjan fær føroyskan bát

Arvingarnir eftir Knud Ottosen, ið var prestur í Sandoyar prestagjaldi frá 1918 – 1924 hava havt bátin Sigmundur í varðveitslu, men ynsktu at báturin “kom heimaftur”, sum tey tóku til. Tí vendu tey sær til føroyska kirkjuliðið, og spurdu um vit høvdu  huga fyri bátinum. Vit vendu okkum til danska meinigheitsráðið, ið hevur ræðið yvir kirkjubygninginum, og tey svarðaðu beinanvegin ja!

Knud Ottosen bleiv seinni prestur við Sionskirkjuna í Keypmannahavn og próstur yvir táverðandi Østerbro Provsti. Jóhan Hentze úr Skúgvi bygdi bátin í 1923, og eg giti at hann er model av bátinum Sigmundur í fullari stødd, sum enn er í ættini í Skúgvi – og minnist meg rætt, so hevur hann somu litir, sum borðabáturin. Sigmundur sigldi við posti millum Sand, Skúgvi og Dímun – og undirritaði hevur havt tann heiður at verða heintaður til jarðarferð í Skúgvi við Sigmundi.

Báturin skal hava onkrar ábøtur, og ætlanin er at hann skal hanga aftanfyri núverandi kirkjuskipið í Hans Egede Kirkju. ÓBJ

Elsta føroyska útvarpsguðstænastan!

Danmarks Radio hevur sent føroyska jólaguðstænastu síðani 26. decembur í 1938. Liðin eru 102 ár síðani føroyingur fóru undur at halda regluligar guðstænastir á føroyskum í Keypmannahavn. I fyrstani hevur helst verið talan um deknaguðs-tænastur á føroyskum – hettar var longu áðrenn føroyskt varð loyvt guðstænastumál í Føroyum. Millum kendastu nøvnini, ið hava staðið fyri hesum guðstænastunum, eru Gudmund Bruun próstur, ið ferðaðist av Fjóni einaferð um mánain at halda guðstanastu fyri landsmonnum sínbum. Síðani vóru tað prestanir Emil Joensen, Jóhan Nielsen, Salomon Joensen og Peter Andrew Petersen, sum var hin fyrsti ið varð settur í starv, sum føroyskur prestur í Keypmannahavn.

Kirkjuliðið, ið helt sína fyrstu guðstænastu á føroyskum 28. novembur í 1915, hevur
hildið til ymsastaðnis – millum onnur støð, í kirkjusalinum í Frederikskirken, í Abel
Katrinu Kirkju, í Mariukirkjuni í Istegade, har Emil Joensen starvaðist, í Vartov Kirkju, og sum sendidagbókin hjá Danmarks Radio sigur frá, eisini í Christiansborg Slots-kirkju, haðani fyrsta føroyska útvarpsguðstænastan varð send 2. jóladag í 1938,
við Gudmund Bruun, sum prædikanti. 
Føroyska jólaguðstænastan hevur øll árðini síðani verið send 2. jóladag kl 16:03, og hoyrist á DR P1,og á alnótini.

Nýggj heimasíða

Vælkomin á nýggju heimasíðuna hjá føroyska kirkjuliðinum í Keypmannahavn. Her fara vit at kunna um tað, sum fer fram í kirkjuni og um hvussu til ber at koma í samband við prestin, tá ið talan er um dóp, brúdleyp, jarðarferð ella vitjan á sjúkrahúsunum í Keypmannahavn. Á heimasíðuni fara tygum eisini at finna kunnandi greinastubbar, prædikur og myndir frá ymsum tiltøkum.