Sjálvboðin at gera ein drekkamunn í okkara kirkju

Sjálvboðin at gera ein drekkamunn í okkara kirkju

Kanst tú vera við til at gera ein drekkamunn eftir gudstænasturnar?

Fólk, sum eru í kirkju, eru fegin um at fáa ein kaffimunn og okkurt afturvið, meðan tey sita og fáa eitt prát, áðrenn tey fara heimaftur.

Hetta er sjálvboðið arbeiði. Tað er lagt soleiðis til rættis, at eini 2 fólk eru saman um tað og í mesta lagi bert eina ferð í hvørjum ársfjórðingi. Í køkinum er øll neyðug útgerð og góð uppvaskimaskina.

Uppgávan er:

  • At møta ein tímans tíð árðrenn guðstænastuna, sum byrjar kl. kl. 14, og seta kaffi og te útá til eini 30-40 fólk.
  • At baka Kaku ella breyð/bollar og hava okkurt afturvið. Tað ber eisnini til at keypa hetta, Kirkjuliðið rindar útreiðslurnar.
  • At borðreiða á rulliborði. Vít búka einnýtisservicu ella steintoy; brúka vit steintoy, skal tað vaskast upp, áðrenn vit fara.
  • At rudda av í stovuni og køkinum eftir drekkamunnin. Alt liðugt umleið kl. 16.30 – 17.00.

Hevur tú hug til at taka hond í, skalt tú venda tær til formannin Jovinu Dalsgaard (Jovina@adslhome.dk) tlf. 27335761 aftaná kl. 17:00 ella skrivaran Oddur Hansen (oddurhansen@hotmail.com)