Santa Ólavs kirkjulið 100 ár í heyst

Føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn verður 100 ár í novembur mánað. Tíðliga kom kirkjuliðið at eita Santa Ólavs Kirkjulið, og soleiðis eitur tað enn. Onkuntíð verður tað stytt til SÓK. Heimasíðan eitur kortini fokirkja.dk eins og síðan hjá Føroyahúsinum í Keypmannahavn eitur fohus.dk. Fo sipar til Føroyar.

Eftir nógv ár í Samuelskirkjuni í Thorsgade flutti kirkjuliðið í 2012 í Hans Egede Kirkju í Vardegade á Eysturbrúgv. Sámauelskirkjan, sum varð seld til annað endamál (ungdómsbúðir), var stór og hábærslig, Hans Egede Kirkja er hugnalig og hóskiliga stór. Prestarnir hesi 100 árini hava verið Gudmund Bruun, sum fór undir tær føroysku gudstænasturnar í 1915, Emil Joensen, Petur Andrew Petersen (1970-19959 og Bergur Jacobsen, sum hevur verið prestur síðani 1995. Harumframt hava aðrir føroyskir prestar eisini havt gudstænasturnar t.d. Salomon Joensen og Frímann á Brúnni, og Derhard Jógvanson, sum eitt skifti var vikarur fyri Berg Jacobsen.

Øll, sum eru limir í donsku fólkakirkjuni, eru í prinsippinum limir í føroyska kirkjuliðnum. Í praksis avmarkar hetta seg kortini til kirkjufólk, sum javnan ella stundum koma til tær føroysku gudstænasturnar, ið eru tvær ferðir um mánaðan. Hesi fólkini velja kirkjuráðið, sum telur seks limir, tveir tiltakslimir og prest. Tríggir limir verða valdir hvørt árið. Miðalaldurin í hesum kirkjráðnum man vera ein tann lægsti í Danmark.

Søgan um kirkjuliðið verður nú skrivað og fer at koma út sum eitt minnis- og hátíðarrit, tá ið hátíðarhaldið verður í novembur. Kirkjuráðslimurin Oddur Hansen, ættaður úr Søldarfirði, bibliotekarur í Keypmannahavn, samskipar hetta arbeiðið. Í fjør varð útskrivað búmerkjakapping. Hon fekk góða undirtøku, og eitt uppskot hjá Hans Christian Andreasen (HC) úr Havn varð í oktobur valt til búmerki hjá kirkjuliðnum. Tað sæst á heimasíðuni, sum eisini er nýggj. Janus Kampmann hevur eftir áheitan ment hana, og kirkjuráðslimurin Tóki Bjarkhamar røkir hana.

Tiltøk í sambandi við 100 ára dagin

Fleiri tiltøk verða í heyst, tá vit nærkast hátíðardegnum, sum er 28. novembur. Sunleif Rasmussen skrivar tónleikaverk til dagin, sum verður hildin við gudstænastu í Eliaskirkjuni á Vesturbrúgv og hátíðarløtu í Føroyahúsinum. Fyrsta tiltakið verður kortini longu sunnudagin 6. septembur, tá ið Sverri Steinhólm prestur fer at halda fyrilestur um Emil Joensen prest. Ein mánað seinni, sunnudagin 4. oktobur, heldur Bergur Jacobsen prestur fyrilestur um Gudmund Bruun. Fyrilestrarnir vera í kirkjustovuni, og ætlanin er at gera eitt sindur eyka burturúr hesar báðar dagarnar.

Mortansaftan, týskvøldið 10. novembur, verður eitt tiltak í Føroyahúsinum. Eftir døgurðan verður pallborðsfundur, har Theodor Olsen prestur í Hoyvík, Janna Egholm Hansen, ph.d. og ein ella tvey onnur kjakast um aktuell og eksistentiell mál. Arbeitt verður eisini við einum stórum og øðrvísi tiltaki, sum skal fara fram í kirkjuni seinnapartin í oktobur (24.- 25.10.). Ein arbeiðsbólkur arbeiðir saman við ymsum fakfólkum við hesi verkætlan, men enn er hon ikki búgvin at umrøða gjøllari.

Samanumtikið verður nógv gjørt burtur úr 100 ára degnum, og vónandi leggja mong sær hesi tiltøkini í geyma. Tey fara sjálvandi at verða kunngjørd nágreiniliga í kalendaranum á okkara heimasíðu og lýst í fjølmiðlum og á øðrum heimasíðum.