Konsert við Martin Joensen
Fríggjadagin 28. apríl kl. 17.00 verður konsert við Martin Joensen í Hans Egede Kirkju.
Konsertin varar frá kl. 17.00 til 19.00, íroknað ein steðg, har møguleiki verður at fáa eitt glas av sodavatn ella vín. Í fyrra partinum av konsertini fer Martin Joensen at greiða frá sínum hugsanum um at seta nútíðar orð á kristna boðskapin.
Martin Joensen er føddur í Vestmanna í 1953. Hann er útbúgvin teknari og grafikari, men tónleikurin hevur altíð fylt nógv í lívi hansara. Tá hann var um 18 ára aldur, flutti hann heimanífrá. Um sama mundið fór hann undir bæði at yrkja og skriva sangir.
Síðan tá hevur hann framført og skrivað ein hóp av løgum og givið út fløgur, bæði undir egnum navni og saman við ørðum tónleikarum. Martin Joensen hevur spælt saman við tónaleikabólkinum Vestmenn síðan 1982. Í Grønu Sangbók er hann umboðaður við 36 sangum, eitt prógv, um at sangir hansara eru kendir og sungnir nógv. Flestu føroyingar kenna sangirnar ”Morgun” og ”Ró”.
Í 2013 gav grunnurin Føroyskt Kirkjumál eitt uppískoyti til sálmabókina við bæði umsettum og nýskrivaðum sálmum. Martin Joensen hevur skrivað tríggjar av sálmunum.
Prísur 60 kr. íroknað eitt glas av sodavatn ella vín í steðginum.
Billettir kunnu bíleggjast her: https://place2book.com/da/choose_seating_sales_workflow?seccode=13d893cc77
Link til Facebook-event: https://www.facebook.com/events/164446640735529/