Hans Egedes Kirkjan fær føroyskan bát

 

Arvingarnir eftir Knud Ottosen, ið var prestur í Sandoyar prestagjaldi frá 1918 – 1924 hava havt bátin Sigmundur í varðveitslu, men ynsktu at báturin “kom heimaftur”, sum tey tóku til. Tí vendu tey sær til føroyska kirkjuliðið, og spurdu um vit høvdu áhuga fyri bátinum. Vit vendu okkum til danska meinigheitsr
áðið, ið hevur ræðið yvir kirkjubygninginum, og tey svarðaðu beinanvegin ja!

Knud Ottosen bleiv seinni prestur við Sionskirkjuna í Keypmannahavn og próstur yvir táverðandi Østerbro Provsti. Jóhan Hentze úr Skúgvi bygdi bátin í 1923, og eg giti at hann er model av bátinum Sigmundur í fullari stødd, sum enn er í ættini í Skúgvi – og minnist meg rætt, so hevur hann somu litir, sum borðabáturin. Sigmundur sigldi við posti millum Sand, Skúgvi og Dímun – og undirritaði hevur havt tann heiður at verða heintaður til jarðarferð í Skúgvi við Sigmundi.

Báturin skal hava onkrar ábøtur, og ætlanin er at hann skal hanga aftanfyri núverandi kirkjuskipið í Hans Egede Kirkju.

ÓBJ