7. december kl. 14:00 er føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju. Henda sunnudagin prædikar Føroya bispur Jógvan Fríðrikson og Borgny Brünings-Hansen er liturgur.
Eftir guðstænastuna greiðir bispur í stuttum frá um Fólkakirkjuna. Drekkamuður er eisini at fáa og høvi til eitt hugnaligt prát.
Føroyskar guðstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Øll eru vælkomin.
—
Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstødin Nordhavn, liggur nærhendis og bussarnir nr. 23 og nr. 14 steðga eisini tætt við.
—
Komandi guðstænastur og tiltøk:
30. desember kl. 15:00 – Jólahugni í Føroyahúsinum. Borgny Brünings-Hansen, prestur, lesur jólasøgu
7. desember kl. 14:00 – Guðstænasta Jógvan Fríðrikson prædikar
21. desember kl. 14:00
26. desember kl. 14:00 – Jólaguðstænasta
—

Mynd: Føroya bispur Jógvan Fríðrikson
