Sunnudagin 2. mars kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju. Í komandi viku byrjar føstan og fyrstu sálmur er Aftur føstuklokkan ljóðar. Olivar á Ryggi hevur yrkt og hann endar sálmin við ørindinum:
Lat nú føstuklokku ringja,
ringja tungt við sorgarljóð;
enn í himni einglar syngja:
Páskamorgun tú upp stóð.
—
Føroyskar guðstænasturnar eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát.
—
Adressan er Vardegade 14, 2100 København Ø.
Metro/S-tog statiónin Nordhavn liggur fáar minuttir frá kirkjuni. Bussarnir 14 og 23 steðga eisini tætt við.
—
Næsta føroyska guðstænastan er:
Sunnudagin 16. mars kl. 12. Felagsguðstænasta við danska kirkjuliðið. Húsakórið luttekur.
Eftir guðstænastuna er fernisering og eitt ábit.
