Sunnudagin 16. november kl. 14.00 er seinasta føroyska guðstænasta í hesum kirkjuárinum. Undir gudstænastuni nevna vit nøvnini á teimum, ið farin eru seinasta árið, og sum á ymiskan hátt høvdu tilknýti til føroyska umhvørvið á Keypmannahavnarleiðini.
—
Er tú avvarandi og hevur eitt navn, tú ynskir verður nevnt, er tú vælkomin at skriva til Borgny Brünings-Hansen, prest bbh@km.dk – 51355190.
—
Eftir guðstænastunar er kaffi/te at fáa í hølunum við síðuna av kirkjuni, har høvi er at fáa eitt hugnaligt prát. Øll eru hjartaliga vælkomin.
—
Aðalfundur verður eftir guðstænastuna.
—
Føroyskar guðstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum kl. 14.00.
Í december eru guðstænastur:
7. desember kl. 14.00 Føroya bispur Jógvan Fríðriksson prædikar
21. desember kl. 14.00
26. desember kl. 14.00 Jólaguðstænasta
Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstødin Nordhavn, liggur nærhendis og bussarnir nr. 23 og nr. 14 steðga eisini tætt við.
—

