Guðstænasta sunnudag 15. mars kl. 14:00

Sunnudagin 15. mars kl. 14:00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju á Eysturbrúgv. Tað er Marna Vandsdal Egholm, prestur, sum hevur guðstænastuna.

Eftir guðstænastuna bjóða vit kaffe/te, hugnaliga samveru og ein stuttan fyrilestur. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um fyrilesturin:

Úr bønarkamari kongsins til Leirvíkar 

Ein sera áhugaverdur fyrilestur um kirkjulist. Um hvussu útvaldar altartalvur hava verið mettar gjøgnum ymiskar tíðir. Róstar ellar lítisvirdar. Broyttar og gloymdar. 

Nakrar av teimum vakrastu altartalvunum í Norðurlondum verða vístar. Úr dómkirkjum, bønarkamari kongsins í Frederiksborgs Slotstkirkju og bygdakirkjum. Og vit ferðast víða frá Sjællandi til Skåne, úr Júllandi til Føroyar. 

Frásøgumaður er Martin Fjallstein, sum livandi og við stórari vitan førir okkum gjøgnum forvitnusligu søguna hjá altartalvunum.

Fyrilesturin varir umleið 30 min, har vit byrja við kaffi og te.

Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø.

Metro og S-tokstatiónin liggur tætt við og bussarnir 14 og 23 steðga einini nærhendis.

Næstu føroysku guðstænastur eru:

Páskadag 5. apríl kl. 14:00 í Hans Egede kirkju.

Sunnudag 19. apríl kl. 14:00 í Hans Egede kirkju.