Guðstænasta sunnudag 15. juni kl. 14.00

Sunnudagin 15. juni kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv. Hesu ferð er tað Jóannis Fonsdal, ið hevur guðstænastuna.

Føroyskar guðstænastur eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát.

Henda sunnudagin verður eisini hátíðarhildið at lítla kirkjan í Norðhavnini, Tolvkanturin, er liðug.

Leinkið til tiltakið https://fb.me/e/9Z945uUgK

Í juli eru guðstænastur:

Sunnudag 6. juli kl. 14.00

Sunnudag 20. juli – Summarferia og ongin guðstænasta

Ólavsøkuaftan mánadag 28. juli – nærri kunning seinni.

Hans Egedes kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Metro og S-tokstødin Nordhavn, liggur nærhendis og bussarnir nr. 23 og nr. 14 steðga eisini tætt við.