Guðstænasta sunnudag 15. februar kl. 14.00

Sunnudagin 15. februar kl. 14.00 er aftur føroysk guðstænasta í Hans Egedes kirkju. Í komandi viku byrjar føstan og fyrstu sálmur er Aftur føstuklokkan ljóðar. Olivar á Ryggi hevur yrkt og hann endar sálmin við ørindinum:

Lat nú føstuklokku ringja,

ringja tungt við sorgarljóð;

enn í himni einglar syngja:

Páskamorgun tú upp stóð.

Føroyskar guðstænasturnar eru fast fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum. Aftan á er kaffi/te og hugnaligt prát.

Adressan er Vardegade 14, 2100 København Ø.

Metro/S-tog statiónin Nordhavn liggur fáar minuttir frá kirkjuni.

Næstu føroysku guðstænastunar eru:

Sunnudagin 1. mars kl. 14.

Sunnudagin 15. mars kl. 14. Eftir guðstænastuna sigur Martin Fjallstein frá um altartalvur í nýggjari tíð.

Sunnudag 8. mars kl. 14.00 er andakt og gongutúrur í kvirru í Nordhavn (enskt mál), leinkja: https://www.hansegedeskirke.dk/begivenhed/8-3-2026-pilgrimage-walk-in-nordhavn-26120

Sunnudagin 6. apríl (2. páskadag) er andakt og gongutúrur í kvirru í Nordhavn (danskt mál), leinkja: https://www.hansegedeskirke.dk/begivenhed/6-4-2026-pilgrimsvandring-2-paaskedag-tiny-church-26316