Guðstænasta og prestavitjan 15. apríl

Sunnudagin 15. apríl er føroysk guðstænasta í Hans Egede kirkju. Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, prædikar og Borgny Brünings-Hansen, hevur altartænastuna.
Føroysku sóknarprestarnir eru i døgunum 14.-17. apríl á námsferð til Keypmannahavnar og í hesum sambandi luttaka tey í føroysku guðstænastuni. Les meira um námsferðina fra Jógvan Fríðriksson, biskupur, her.
Aftaná er sum vant ein drekkamuður í kirkjustovuni, har høvi er at fáa eitt hugnaligt prát.
Kirkjan liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. S-tokstøðin Nordhavn liggur umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 3A, 8A og 37 steðga tætt við.
Føroyskar guðstænastur eru altíð 1. og 3. sunnudag í mánaðinum í Hans Egede Kirkju. Í mai eru guðstænasturnar 6. og 20 mai. 20 mai er hvítusunna og henda dagin er felagsguðstænasta við danska kirkjuliðið. Gevi gætur, at henda guðstænastan er kl. 12.00. Eftir guðstænastuna hvítusunnudag, er felags frokostur.