Gittarkonsert við Ólavi Jakobsen 26. apríl kl. 15:00

Sunnudagin 26. apríl kl. 15.00 verður gittarkonsert í Hans Egede Kirkju við Ólavi Jakobsen.
Á konsertini fer hann at spæla klassiskan gittartónleik við støði í føroyskum tilfari. Á skránni eru verk eftir Jógvan Waagstein og William Heinesen, umframt gomul løg úr nótabókini hjá Jens Christian Svabo, sum hann sjálvur hevur sett út fyri gittara. Eisini fara vit at hoyra okkurt úr Suðuramerika við tangorútmum. Talan verður um eina fjølbroytta skrá, har eisini verður greitt frá tónleikinum, ið verður spældur.
Ólavur Jakobsen er úr kendu tónleikafamiljuni av Kamarinum. Hann hevur nomið sær útbúgving á klassiskum gittara á Kongaliga Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn og í París hjá navnframa gittarleikaranum Roland Dyens.

Ólavur hevur spælt konsertir víða um í heiminum og hevur innspælt eina rúgvu av útgávum, bæði sum sololeikari og saman við øðrum. Tað er týdningarmikið fyri hann at geva tónunum serstakt flog og lív við frásøgnum, tá ið hann hevur konsertir.

Konsertin er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. Konsertin varir slakan tíma uttan steðg, og eftir konsertina bjóðar Sankta Ólavs kirkjulið ein drekkamunn.

Les meira á Facebook-tiltakinum: https://www.facebook.com/events/4500547583511246/

Vit takka fyri at stuðla konsertini til: Loftbrúgvin