Sankta Ólavs kirkjulið hevur síðan januar 2013 haft føroyskar guðstænastur í Hans Egedes kirkju á Østerbro.
Hans Egedes sókn umfatar eisini Nordhavn, ið er eitt øki, har nógv er bygt seinastu tíggju árini. Nú búgva umleið 6000 fólk í støðugt vaksandi býarpartinum og kirkjuráðið hevur, saman við øðrum, bygt eina fyribils kirkju í Nordhavnini.
Kirkjan hevur navnið Tólvkanturin og er ein lítil trækirkja, sum rúmar umleið 50 fólkum.

Føroyska kirkjuliðið hevur eisini møguleika at brúka kirkjurúmið og fyrsta tiltakið var sunnudagin 25. januar. Lýst verður á heimasíðu og socialu miðlunum, nær vit aftur hava tiltak í Tólvkantinum.
Herfyri var Kvf á vitjan og gjørdi innslag um kirkjurúmið, les meira:
https://kvf.fo/greinar/2026/02/11/foroyska-kirkjulidid-i-keypmannhavn-fingid-nyggja-kirkju
Meira kunning um Tiny Church: https://www.hansegedeskirke.dk/tiny-church
