Sunnudagin 29. september kl. 14.00 skipa Sankta Ólavs kirkjulið og Føroyahúsið fyri fyrilestri við heitinum Talufrælsi, haturstala og blasfemi: Hvar gongur markið?
Tað er Heini í Skorini, ið heldur fyrilesturin. Heini hevur júst givið út bók á altjóða forlagi um evni.
Fyrilesturin er ókeypis og caféein í Føroyahúsinum er opin. Húsin liggur á Vesterbrogade 17A, 1620 København
Hvar ganga mørkini fyri talufrælsinum? Nær verður frí tala til haturstalu? Í hvønn mun skulu religiøsir minnilutar verjast ímóti kritikki, satiru og niðrandi útsagnum? Og hvat skal altjóða lóggáva siga um hesar spurningar?
Líka síðani Sameindu Tjóðir vórðu settar á stovn í 1945, hava slíkir spurningar elvt til politiskt stríð ímillum statir og diplomatar í ST. Tá ræðuleikarnir undir 2. veraldarbardaga komu undan kavi, settu heimsins lond sær fyri at smíða nýggja altjóða lóggávu, sum knæsetti mannarættindi sum løgfrøðiligt bindandi hugtak. Fyrst kom ST-heimsyvirlýsingin um universell rættindi frá 1948, og í fimmti- og sekstiárunum komu fleiri mannarættindasáttmálar.
Men hóast hesar sáttmálar eru heimsins lond framvegis rúkandi ósamd um, hvussu idealini um mannarættindi skulu tulkast og setast í verk í praksis. Ein spurningur, sum aftur og aftur skapar split og samanbrestir og politiskar kreppur, er spurningurin um sambandið ímillum talufrælsið øðrumegin og átrúnaðarligar kenslur ella atlit hinumegin. Einki land í heiminum loyvir absoluttum talufrælsi, men heimsins lond eru grundleggjandi ósamd um, hvørjar leiðreglur skulu vera galdandi í altjóða lóg.
Eisini í Føroyum hava mørkini fyri talufrælsinum elvt til politiskt stríð. Í 1989 var Karin Kjølbro einasti løgtingslimurin, sum atkvøddi fyri at víðka grein 266b, sum forbjóðar haturstalu, til eisini at umfata seksuellar minnilutar. Góð 15 ár seinni vórðu orðini ”kynsligur samleiki” skoytt uppí grein 266b, hóast mótstøðan var stór. Umframt lóggávu eru onnur dømi um bøkur, filmar og sjónleikir, sum hava skapt split og mótstøðu í Føroyum, og sum í ávísum førum hevur elvt til sensur. Dømi eru bókin ”Javnlíkin Jesus” frá 1979, sjónleikurin ”Ginusøgur” frá 2002, filmurin Da Vinci Code frá 2006 og ta sonevnda ”homFObia” merkið frá 2006.