Kristiligt Ungmannafelag, sum kallaðist Mílafelagið, var stovnað 3. desember 1918. Emil Joensenprestur var ein av teimum leiðandi í felagnum. Tá ið hann doyði í 1975, fánaði eisini felagið burtur.
Men tey fyrstu 50 árini var hetta eitt virkið og týðandi felag hjá føroyingum í Keypmannahavn og har um vegir.
Eftir gudstænastuna 2. desember fara vit eina løtu at minnast Kristiligt Ungmannafelag við frásøgnum, myndum og sangi. Oddur Hansen og og Martin Fjallstein skipa fyri og siga frá.