Guðstænasta í Holmens kirkju í samban við Flaggsigling 2019

Heri Joensen, prestur og Borgny Brünings-Hansen, prestur hava guðstænastuna. 

Flaggsigling 2019 er fjølbroytt ferð hjá føroyskum træseglskipum í mai-juni mánaða í ár. Sunnudagin 2. juni eru tað 100 ár síðani, at føroyska flaggið, Merkið, fyri fyrstu ferð alment varð sýnt fram. Meira kunning á facebook bólkinum flaggsigling 2019