Danmarks Radio hevur sent føroyska jólaguðstænastu síðani 26. decembur í 1938. Liðin eru 102 ár síðani føroyingur fóru undur at halda regluligar guðstænastir á føroyskum í Keypmannahavn. I fyrstani hevur helst verið talan um deknaguðs-tænastur á føroyskum – hettar var longu áðrenn føroyskt varð loyvt guðstænastumál í Føroyum. Millum kendastu nøvnini, ið hava staðið fyri hesum guðstænastunum, eru Gudmund Bruun próstur, ið ferðaðist av Fjóni einaferð um mánain at halda guðstanastu fyri landsmonnum sínbum. Síðani vóru tað prestanir Emil Joensen, Jóhan Nielsen, Salomon Joensen og Peter Andrew Petersen, sum var hin fyrsti ið varð settur í starv, sum føroyskur prestur í Keypmannahavn.
Kirkjuliðið, ið helt sína fyrstu guðstænastu á føroyskum 28. novembur í 1915, hevur
hildið til ymsastaðnis – millum onnur støð, í kirkjusalinum í Frederikskirken, í Abel
Katrinu Kirkju, í Mariukirkjuni í Istegade, har Emil Joensen starvaðist, í Vartov Kirkju, og sum sendidagbókin hjá Danmarks Radio sigur frá, eisini í Christiansborg Slots-kirkju, haðani fyrsta føroyska útvarpsguðstænastan varð send 2. jóladag í 1938,
við Gudmund Bruun, sum prædikanti. Føroyska jólaguðstænastan hevur øll árðini síðani verið send 2. jóladag kl 16:03, og hoyrist á DR P1,og á alnótini.