Barnaguðstænasta í Hans Egede Kirkju sunnudagin 30. apríl kl. 11.00

Barnaguðstænasta í Hans Egede Kirkju sunnudagin 30. apríl kl. 11.00

Guðstænasta varir umleið ein hálvan tíma. Vit syngja sunnudagsskúlasangir, ein sálm og hoyra søguna um, hvussu Pætur gjørdist lærusveinur hjá Jesusi.

Eftir guðstænastuna bjóða vit barnavinaligan frokost. Fyri at vita nøkulunda hvussu nógv vit vera, hevði verið gott um tit kundu melda tykkum til á bbh@km.dk ella sms 51 35 51 90 og skrivað hvussu nógv vaksin og børn tit vera.

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Sankta Ólavs kirkjulið bussútferð

Útferð fyri alla familjuna leygardagin 13. mai til  ”Kongernes Nordsjælland”

Vit fara kl. 9 við stórum og góðum bussi, við føroyskum førara, úr Keypmannahavn til Hillerød. Har byrja vit andagt í vøkru og sjáldsomu slotskirkjuni á Frederiksborg Slotti. Kirkjan var upprunaliga til kong og hansara fólk.  Borgny prestur hevur andaktina, og vit syngja nakrar sálmar.

Leiðin gongur síðani út í ta avbera vøkru slotsparkina, har vit spáka og njóta henda garðin,  sum í 1993-96 varð førdur aftur til sín uppruna sum barokkgarður í 1700-talinum. Túsundtals fólk leita sær hvørt ár higar at síggja hesa sjaldsomu viðalundina við runnum og trøum, blómubeðum og kongaligum monogrrammum, áarløkum og spegilsmyndum.

Nú eru stundir til frokost við smurdum breyði. Eftir máltíðina fara vit aftur á slottið at síggja tað fjølbroytta savnið við kongaligum lutum og málningum í teimum stórslignu hallunum. Her er eisini ein framsýning, ið serliga vendir sær til børn og barnafamiljur.

Seinnapartin gongur leiðin til Fredensborg. Her síggja vit hábærsliga barokkslottið, Fredensborg Slott, sum varð bygt í 1720-unum. Vit fáa kaffi og køku í tí sera vakra slotsgarðinum, sum er tann størsti í Danmark. Síðan gongur leiðin heimaftur eftir Kongavegnum.

Meðan vit koyra og á staðnum verður Virgar Dalsgaard okkara køni frásøgumaður.

Prísur 200,- íroknað atgongd til savn, frokost og kaffi v/køku. Børn undir konfirmatiónsaldur ókeypis. Ung í útbúgving, hálvan prís. Drykkivørur fáast til keyps fyri sámuligan prís. Tekning í seinasta lagi fríggjadagin 5. mai  hjá Jovinu Dalsgaard jovina@adslhome.dk ella hjá Borgny Brünings-Hansen bbh@km.dk mobil 51 35 51 90. Goldið verður í bussinum efir fráferð, kontant ella við mobilpay.

Ragnhild Sørensen er farin

10.03.17 varð Ragnhild borðin til gravar úr Pedersborg kirkju nærhendis Sorø. Her búi syrðadalskvinnan saman við manni og húski tað mesta av lívi sínum. Og heim teirra var karmur um stórt gestablídni.

Ragnhild er fyrst og fremmst kend í føroyska felagslívinum á Vestursælandi, og frá lokalpolitikki har. Men, hon var eisini í fleiri ár formaður í Føroyska Kirkjuráðnum í Keypmannahavn (Santa Ólavs Kirkjuliði).

Hon bleiv formaður, tá tað breyt um bæði borð í føroysku meinigheitini, og tað er Ragnhild fyri at takka, at tað kom at valda friður innan føroyska kirkjugátt í Keypmannahavn. Hennara vinarliga og róliga lyndi, saman við drúgvu royndum hennara sum politikari sissaðu sinnini, og tí blómar føroyska meinigheitin í dag.

Tað verður saknur í henni hjá tykkum nærmastu, og í føroyska felagslívinum á Vestursælandi. Her í Keypmannhavn minnast vit við tøkk hennara stóra virki, sum forkvinna í Santa Ólavs Kirkjuliði.

Hvíl í friði Ragnhild!

Konsert við Martin Joensen

Fríggjadagin 28. apríl kl. 17.00 verður konsert við Martin Joensen í Hans Egede Kirkju.

Konsertin varar frá kl. 17.00 til 19.00, íroknað ein steðg, har møguleiki verður at fáa eitt glas av sodavatn ella vín. Í fyrra partinum av konsertini fer Martin Joensen at greiða frá sínum hugsanum um at seta nútíðar orð á kristna boðskapin.

Martin Joensen er føddur í Vestmanna í 1953. Hann er útbúgvin teknari og grafikari, men tónleikurin hevur altíð fylt nógv í lívi hansara. Tá hann var um 18 ára aldur, flutti hann heimanífrá. Um sama mundið fór hann undir bæði at yrkja og skriva sangir.

Síðan tá hevur hann framført og skrivað ein hóp av løgum og givið út fløgur, bæði undir egnum navni og saman við ørðum tónleikarum. Martin Joensen hevur spælt saman við tónaleikabólkinum Vestmenn síðan 1982. Í Grønu Sangbók er hann umboðaður við 36 sangum, eitt prógv, um at sangir hansara eru kendir og sungnir nógv. Flestu føroyingar kenna sangirnar ”Morgun” og ”Ró”.

Í 2013 gav grunnurin Føroyskt Kirkjumál eitt uppískoyti til sálmabókina við bæði umsettum og nýskrivaðum sálmum. Martin Joensen hevur skrivað tríggjar av sálmunum.
Prísur 60 kr. íroknað eitt glas av sodavatn ella vín í steðginum.

Fyrilestur við Hans Jacob Joensen

Eftir guðstænastuna sunnudagin 19. mars verður stuttur fyrilestur við fyrrverandi biskupi Hans Jacob Joensen. Fyrilesturin ber heiti ”Líváskoðan føroyinga – átrúnaður og gerandislív”.

Hans Jacob Joensen er føddur í 1938 og er uppvaksin við Gjógv. Hann las guðfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og fekk í 1968 embætisprógv.  Eftir loknan lestur var hann prestvígdur og starvaðist sum sóknarprestur, fyrst á Nørrebro og síðan í Hvidovre, til hann og konan fluttu til Føroyar í 1975. Her var Hans Jacob Joensen prestur í Suðurstreymoy.

Í 1990 vórðu Føroyar skildar burtur úr Keypmannahavnar biskupsdømi. Hans Jacob Joensen gjørdist fyrsti lutherski biskupur í Føroyum síðan 1540, tá Jens Gregersøn Riber var tilnevndur biskupur eftir siðaskiftið. Hans Jacob Joensen røkti starvið sum Føroya biskupur til 2007. Sama ár varð umsitingin av fólkakirkjuni yvirtikin.

Hans Jacob Joensen og konan búgva nú í Birkerød. Tíðina sum pensionistur hevur hann, millum annað, brúkt til at týða bíbliuna til føroyskt úr upprunamálunum. Hetta arbeiði varð hann liðugur við í fjør.

Pallborðsfundur um trúgv og vísindi

í Føroyahúsinum týskvøldið 1. november kl. 19.30

Fyriskipari: Sankta Ólavs kirkjulið

Pallborðfundurin er ókeypis. Høvi er at byrja kvøldið við ræstum fiski, sum Føroyahúsið borðreiðir við kl. 17.30. Kostnaðurin fyri døgurða við kaffimunni og søtum omaná er 130 kr. Tekning til døgurðan í føroyahúsinum.

Pallborðsluttakarar

Arni Zachariassen, bachelor í gudfrøði frá University of Aberdeen. Aktivur kjakari, bloggari og skribentur. Ein av stovnarunum av felagskapinum Dialogos.

Anfinn Joensen, cand.scient í biokemi frá Københavns Universitet. Adjunktur í kemi, biologi og bioteknologi á Stenhus Gymnasium í Holbæk.

Herman F. Christiansen, cand.mag í søgu og heimspeki frá Københavns Universitet. Freelance blaðmaður hjá Kristeligt Dagblad. Ein av stigtakarunum til Humanistafelag Føroya

Fundarstjóri: Katrin Petersen, journalistur og verkætlanarleiðari hjá Vakstrarætlan Sandoy.

Øll eru vælkomin til pallborðsfundin – eisini tey, sum ikki hava hug, tíð ella ráð til at eta ræstan fisk í Føroyahúsinum. Tiltakið endar í seinasta lagi kl. 22.00.

Markið millum trúgv og vísindi

Hvar gongur markið millum trúgv og vísindi. Henda spurning hava lærd fólk kjakast og skift orð um síðan antikkina.

Við trúbótini, upplýsingartíðini og serliga nú á okkara døgum er gloppið millum trúgv og vísindi vorðið størri. Fakfólk innan ymiskar vísindagreinar hava kjakast um, hvussu viðurskiftini millum trúgv og vísindi eiga at skiljast.

Í høvuðsheitum kann sigast, at trý grundsjónarmið eru innan hetta økið – nevniliga:

Trúgv og vísindi kunnu ikki sameinast!

Trúgv og vísindi hoyra til hvør sítt økið!

Trúgv og vísindi eiga at samskifta hvør við aðra!

Hesar tríggjar yvirskriftirnar lýsa sjálvsagt ikki alt hetta økið, ið fevnir nógv breiðari. Á pallborðsfundinum 1. november verður høvi at hoyra meira um, hvat teir tríggir pallborðsluttakararnir standa fyri, og hvussu teir síggja sjónarmiðini hjá hvørjum øðrum.

Høvi verður eisini at seta lutakarunum spurningar innan umrødda økið.

Heilsan til Berg Jacobsen, prest.

Í samband við 100 ára haldið 28. novembur, bar Sankta Ólavs kirkjulið hesa heilsan til Bergur Jacobsen, sum 1. februar er farin frá vegna aldur.

>>Í ár hátíðarheldur Sankta Ólavs kirkjulið sín 100 ára stovningardag, og samstundis takkar kirkjuliðið Berg Jacobsen, prest, fyri, at hann hevur verið prestur og sálarhirði okkara tey síðstu 20 árini. Tey eru ein fimtingur av søguni hjá kirkjuliðnum, og eru tí eitt stórt og týdningarmikið tíðarskeið.

Øll hesi mongu árini hevur Bergur havt nógvar gudstænastur, havt fleiri fyrilestrar og annars verið við í nógvum øðrum kirkjuligum virksemi. Tað eru serstakliga gudstæn-asturnar, ið hava givið okkum kunnleika um grundvøll og sjónarmið hansara. Ber
gur hevur lýst dagsins tekst soleiðis, at vit hava kunnað flættað hann inn í okkara gerandisdag. Hann hevur aftur og aftur víst á Kristi fullgjørdu sáttargerð og mint okkum á at hava hitt tvítáttaða kærleiksboðið í huga. Í mongum prædikum er eisini hansara hugburður til samfelagsmál komin týðiliga til sjóndar. Hetta at vit í felag eiga at bera byrðar hvør hjá øðrum og átala órættvísina.

Eitt serligt eyðkenni við gudstænastunum hevur verið, at har er rúmsátt á tann hátt, at eisini mong onnur eru sloppin at virka við undir gudstænastuni. Kirkjunnar vegna hevur Bergur verið ein varði í lívsins skiftandi korum. Hetta hevur verið sjónligt undir dópi og brúðarvígslu, tá ið lívsins gleði og eydna verða staðfest í kirkjuni, men eisini við troystarorðum, tá ið ein av okkara kæru er farin.

Bergur er siðiligur og høviskur maður, men menskur í hugsan og orði. Eitt av lyndis-eyðkennum hansara er, at hann ikki søkir tokka hjá monnum, men sigur tað, sum sigast skal, tá ið tað er neyðugt.

Góði Bergur, vit siga tær og Valerie, konu tíni, hjartans takk fyri alt tað, sum tit hava lagt eftir tykkum í drúgvari og trúfastari tænastu, og vit ynskja tykkum Guds signing og góðan byr í komandi tíðum.<<

100 ára hátíðarguðstænasta í Keypmannahavn

Leygardagin 28. november kl.14.00 verður søgulig hátíðargudstænasta í Eliaskirkjuni á Vesturbrúgv. Gudstænastan verður ein staðfesting av og fagnaður um, at 100 ár eru liðin, síðani føroyingar í Keypmannahavn stovnaðu tað føroyska kirkjuliðið, Sankta Ólavs kirkjulið, ið er tann elsti, føroyski, felagskapurin í Danmark, sum er við sítt fríska lív.

Undir gudstænastuni syngur Mpiri kórið sum preludium: “Harra Guð týtt dýra navn og æra” saman við handklokkuspæli. Jógvan Fríðriksson, Føroya biskupur, hevur altartænastuna og Peter Skov-Jakobsen, Keypmannahavnar biskupur, prædikar. Eftir prædikuna frumframførir Mpiri eitt verk hjá Sunnleivi Rasmussen saman við solisti og urgupæli. Hetta verkið er gjørt til henda hátíðardagin. Sum postludium syngur Mpiri “Fedranna kirkja” hjá Gudmundi Bruun við urguspæli.

Eftir gudstænastuna, kl. 15.30, býður nevndin øllum í Føroyahúsið til móttøku við leskiligum ábiti og øðrum. Høvi verður hjá fólki at siga nøkur orð og heilsa føðingardagsbarninum. Nevndin hevur latið eitt minnisrit gera í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið. Minnisritið, sum er 160 síður, og bæði á føroyskum og donskum máli, verður henda dagin latið øllum í Føroyahúsinum ókeypis.

Hátíðarhaldið er viðvíkjandi føroyska málinum søgulig hending, sum tað festir, at nú eru 100 ár liðin, síðani danski presturin og føroyavinurin, Gudmund Bruun, kom einaferð um mánaðin av Fyn til Keypmannahavnar at hava gudstænastu á føroyskum. Ikki fyrr enn 24 ár eftir tað, í 1939, fekk føroyska málið við kongligari fyriskipan sømdir innan kirkjugátt í Føroyum.

Nevndin, sum virkar sum eitt kirkjuráð, vónar, at nógv fólk fer at koma saman til hetta søguliga hátíðarhaldið við hámessu og móttøku. Nógv verður gjørt burturúr fyri at skapa hátíðardám, biskupar og prestar luttaka, umboð fyri øll føroysk feløg í Danmark eru boðin við og samskift verður í løtuni við Kringvarp Føroya um at fáa guðstænastuna tikna upp til antin føroyska sjónvarpið ella útvarpið. Nevndin hevur eisini ta vón, at fólk, sum eiga føroysk klæðir, koma í teimum til hátíðarhaldið.

Hátíðargudstænastan verður sum nevnt í Eliaskirkjuni og ikki í Hans Egede kirkju, har kirkjuliðið annars eigur innivist. Hans Egede kirkja verður mett at vera ov lítil til hámessuna. Eliaskirkjan er størri og haðani eru bert einir 5 minuttir at ganga til Føroyahúsið á Vesterbrogade 17A.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hátíðarhaldið, og øllum stendur í boði at bera øðrum hesi tíðindini og bjóða øðrum við.

Nevndin fyri Sankta Ólavs kirkjulið

Pallborðsfundur í Føroyahúsinum

Í sambandi við at Sankta Ólavs kirkjulið hevur 100 ár á
baki, verður skipað fyri einum pallborðsfundi í Føroyahúsinum týskvøldið 10. november kl. 19.30.

Fundarevni: Átrúnaður og trúgv í føroyska samfelagnum – nú og í framtíðini.

Pallborðsluttakarar eru:

Janna Hansen, cand. mag. í religión og søgu, ph.d. frá Aarhus Universitet. Hon arbeiðir í løtuni sum postdoc á Universitetinum i Agder, Kristiansand.

Jakup Erlingsson Petersen, tikið Master í teologi frá Fjellhaug, Oslo og lesir nú á Københavns universitet. Hann er virkin í Eliaskirkju­arbeiðinum.

Theodor Eli Dam Olsen, cand. teol. frá Københavns Universitet, sóknarprestur í Hoyvík og formaður í Prestafelag Føroya.

Orðstýrari: Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.

Praktisk viðurskifti: Kl. 17.30 hevur Føroyahúsið týsdagsdøgurða við mortansdunnu. Eftir døgurðan verður ruddað og stillað upp til pallborðsfundin, sum byrjar stundisliga kl. 19.30.

Øll eru vælkomin til pallborðsfundin – eisini tey, sum ikki hava hug, tíð ella ráð til at eta dunnu í Føroyahúsinum.

Ein heilsan frá Borgny Brüning-Hansen

Tað var ein stór løta sunnudagin 5. juni, tá eg var innsett sum prestur í Sankta Ólavs Kirkjuliði. Eg vil bera eina hjartans tøkk til øll, sum vóru við at gera dagin hátíðarligan og hugnaligan. Prósturin í Holmens próstadømi og dómpróvsturin í Føroyum, arbeiðsfelagir, føroyingar sum danir, kirkjuráðini, kór, organistur, deknur og øll sum vóru savnað at halda gudstænastu. Dagurin var ein dreymabyrjan í nýggja starvinum.

Sunnudagin 19. juni kl. 14.00 skal eg halda mína fyrstu vanligu sunnudagsgudstænastu. Evangeliið til dagin er úr fjallataluni <<Elskið fíggindar tykkara og vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum; gerið væl ímóti teimum, ið hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið illkenna tykkum og forfylgja tykkum >>. Hesin markleysi kærleiki, sum Jesus boðar, megna vit sjálvdan at fylgja. Er evangeliið so veruleikarfjart og óviðkomandi? Vit syngja ein svenskan summarsálm, sum er umsettur til føroyskt í 2009 av Hera Tróndheim. Nr. 545 í sálmabókini Gud, tú sum ljósið lætst skína so bjart verður eisini ein av sálmunum. Sum vant er ein kaffimunnur aftaná gudstænastuna.