Sunnudagin 27. apríl skipar Sankta Ólavs Kirkjulið fyri bussferð til Sakskøbing og tunnilsbyggingina við Femernsundið. Vit bjóða smurt breyð, millum annað við føroyskum viðskera, og kaffi/te við køku omaná.
—
9.00 Farið verður úr Vardegade 14, 2100 København Ø (beint uttan fyri Hans Egedes kirkju).
Tá vit koma til Sakskøbing greiðir Villi Hansen, formaður í Føroyska Felagnum á Lollandi og Falster, okkum frá áhugaverdum støðum í býnum.
Frokostur og kaffi vera í hugnaligum hølum, saman við limum úr føroyska felagnum á staðnum. Høvi er at keypa øl og sodavatn fyri sámuligan prís.

Kl. 13.30 vera vit víst runt á framsýning um tunnilsbyggingina. Tunnulin um Femernsundið er 18 km og er heimsins longsti av sínum slag. Á staðnum fáa vit frágreiðing um byggingina frá staðkendum frásøgufólki.

Eisini verður farið út á Pílin, sum er ein 217 m langur og 24 m høgur skrái, ið er bygdur so útsýni yvir økið er frálíkt.

Umleið kl. 15.00 er fráferð aftur til Keypmannahavn.
—
Tekning til Jovinu Dalsgaard, jovina@adslhome.dk – 27 33 57 61
Ella til Borgny Brünings-Hansen, bbh@km.dk – 51 35 51 90
Tilmelding í seinasta lagi hósdagin 17. apríl.
Prísur 250,- kr. Goldið verður á degnum við MobilPay ella reiðum peningi.