Aðalfundur í Sankta Ólavs kirkjuliði

Eftir gudstænastuna og drekkamunnin sunnudagin 18. novemnber verður aðalfundur. Kirkjuliðið er skipað við eini nevnd, sum saman við presti skipar fyri og tekur sær ymsum málum í kirkjuliðnum. Øll eru væl komin í kirkju og hugnaløturnar. Ein og hvør, sum er limur í fólkakirkjuni kann luttaka og atkvøða á aðalfundinum, sum byrjar í síðsta lagi kl. 16.

Nevndin

Barnaguðstænasta sunnudagin 11. novembur

Føroysk barnaguðstænasta verður í Natahanaels kirkju, Holmbladsgade 19, 2300 keypmannahavn, sunnudagin tann 11. novembur kl. 14.00.

Vit fara at hoyra um hin góða hirða, sum ansar eftir øllum seyðum sínum. Men hann hevur mist ein burtur! Kom og hjálp honum at leita.

Aftaná guðstænastuna er drekkamunnur í sóknarhúsunum, beint við síðuna av kirkjuni. Sunnudagsskúlin á Oyrasundskolleginum og Borgny Brünings-Hansen, føroyskur prestur í Keypmannahavn.

Aðalfundur

Hervið verður boðað frá, at árligi aðalfundurin i Sankta Ólavs kirkjuliði verður sunnudagin 18. novembur 2018 aftaná gudstænastuna. Fundurin verður hildin í meinigheidshølunum í Hans Egede kirkju.

Fundarskráin til aðalfundin verður hendan:

  1. Val af fundarstjóra
  2. Val av fundarskrivara
  3. Góðkenning av fundarskrá
  4. Formansfrágreiðing
  5. Framløga av rokniskapi
  6. Val av trimum nevndarlimum og einum tiltakslimi
  7. Innkomin uppskot
  8. Annað (tað er ikki møguligt at viðtaka nakað undir hesum punktinum)

Um onkur ynskir at stilla upp til nevndina, so skal formaðurin hava boð umí seinasta lagi 08. novembur 2018 kl. 16:00

Martin Fjallstein, formaður

Telefon: 20 97 95 68 Teldupost: martin@fjallstein.dk

Fyrilestur: “Kvinnurnar undir trúbótini í Onglandi”

Fyrilestur i Hans Egede Kirke tann 28. oktober kl. 15:00

Kvinnurnar sum vóru orsøkin til trúbótina í Onglandi. Heindrikkur áttandi og Anglikanska kirkjan.

Prestur emeritus Bergur Jacobsen sigur frá um gongdina í tí Anglikansku kirkjuni.

Hoyr um tað uttan, iva mest, áhugaverda tiðarskeiðið, tá Heindrikkur 8. og døturnar Mary og Elisabeth ráddu i Onglandi.

Tað er eingin ivi um, at Bergur við sínum ríku oratorisku gávum kann gera hetta evnið áhugavert og spennandi.

Eftir fyrilesturin bjóðar Sankt Ólavs kirkjulið ein drekkamunn við breyði og føroyskum viðskera.

Støðugt á ferð – K. O. Viderø og ferðafrásagnir hansara

Bergur Djurhuus Hansen heldur fyrilestur um Kristian Osvald Viderø og ferðafrásagnir hansara.
Neyvan nakar føroyskur útiseti man hava ferðast so títt, støðugt og víða sum Viderø (1906-1991). At ferðast var fyri hann ein spurningur um lív ella deyð – og tilfar til skaldskap.
Eftir Viderø liggja í dag 4 bind við ferðafrásagnum umframt mangt annað – týðingar, bygdasøgur, prædikur og yrkingar. Í fyrilestrinum verður greitt frá lívi hansara sum útiseti í Keypmannahavn, frá hansara ferðum og ritverki – og frá hansara longsli til Føroyar og úr Føroyum.

Sí okkara tiltak á facebook vanga okkara her.

Ólavsøkan í Keypmannahavn 2018

Nú Føroyahúsið er afturlatið vegna umbygging, verður ólavsøkan í ár hildin á Norðuratlantsbryggjuni, Strandgade 91, 1401 København K.
Vit eru á 5. hædd.

Gudstænasta verður í Christians kirkjuni, Strandgade 1, 1401 Kbh K.
Bryggjan hevur eina listaframsýning á niðastu hædd eins og glashúsið hjá Trónda Paturssyni er opið millum 12 og 17.
Ólavsøkugestir hava fría atgongd, bert tit boða frá í móttøkuni.

GG! Tikið verður ikki ímóti kontantum, bert ímóti gjaldskorti og MobilePay.

Ólavsøkuskráðin sæst her.

Føroyskar guðstænastur í juli og og august

Í juli og august eru guðstænastunar færri enn restina av árinum. Síðsta sunnudag í juli og fyrsta í august eru ikki føroyskar guðstænastur í Hans Egedes kirkju. Ólavsøkuaftan, leygardagin 28. juli er guðstænasta í Christianskirkjuni á Strandgade 1, í samband við ólavskuhald á Nordatlantens Brygge. Tað tekur umleið tíggju minuttir at ganga frá kirkjuni til Bryggjuna, sum liggur á Strandgade 91. Serstøk lýsing um ólavsøkuhaldi, kemur seinni.
Regluligu, føroysku guðstænasturnar byrja aftur 19. august í Hans Egedes kirkju kl. 14.00.
Føroyskar guðstænastur í juli og og august.
Borgny Brünings-Hansen, prestur, prædikar.
15. juli: Eingin føroysk guðstænasta.
28. juli, leygardag, kl. 14 í Christianskirkjuni. Hendan guðstænastan er í samband við ólavsøkuhaldi. Brandur Øssursson og Martin Stummann spæla saxofon og vibrafon.
5. august: Eingin føroysk guðstænasta.
19. august: kl. 14.00 í Hans Egedes kirkju, Vardegade 14, 2100 København Ø.
Í septembur byrja regluligu føroysku guðstænasturnar aftur 1. og 3. sunnudag í mánaðinum í Hans Egede kirkju kl. 14.00.
Aftaná guðstænasturnar í Hans Egedes kirkju, er ein drekkamuður í kirkjustovuni, har høvi er at fáa eitt hugnaligt prát.
Kirkjan liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø.
S-tokstøðin Nordhavn liggur umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 3A, 8A og 37 steðga tætt við.

Fyrsta hvítusunnudag

Fyrsta hvítusunnudag, 20. mai, er guðstænastan saman við danska kirkjuliðinum. Legg til merkis, at at hendan guðstænastan er kl. 12.00, og ikki sum vant kl. 14.00. Aftaná guðstænastuna er frokostur, har øll eru vælkomin.

Sankta Ólavs kirkjulið skipar fyri bussútferð í mai.

Sunnudagin 13. mai skipar Sankta Ólavs kirkjulið fyri bussútferð til Gásatornið í Vordingborg og Dómkirkjuna í Maribo, ið eru borg og kirkja úr miðøldini.

Vit fara kl. 09.00 frá Føroyahúsinum í stórum og góðum bussi, við føroyskum førara, til Vordingborg. Har síggja vit Gásatornið, sum er borgin hjá Valdemar Atterdag. Virgar Dalsgaard sigur frá søguni hjá staðnum og vit njóta vøkru náttúruna. Á hesum vakra og søguliga stað fáa vit frokost við smurdum breyði.

Síðan gongur leiðin suður á Lolland, til Maribo. Her síggja vit dómkirkjuna, sum upprunaliga var Birgittinaraklostur. Í Maribo er eisini kaffimuður, áðrenn leiðin gongur heimaftur. Væntandi eru vit aftur í Keypmannahavn kl. 18.00.

Prísurin er 200,- krónur pr. høvd, her er er íroknað atgongd til Gásagornið, frokost og kaffi v/køku. Børn undir konfirmatiónsaldur sleppa ókeypis, og ung undir útbúgving til hálvan prís.

Tekning í seinasta lagi sunnudagin 06. mai til jovina(a)adslhome.dk, bbh(a)km.dk ella mobil 51 35 51 90.

Goldið verður í bussinu eftr fráferð, kontant ella við MobilPay.

Bussútferð mai 2018