Guðstænasta í Holmens kirkju í samban við Flaggsigling 2019

Sunnudagin 2. juni kl. 13.30. Guðstænasta í Holmens kirkju í samban við Flaggsigling 2019. Heri Joensen, prestur og Borgny Brünings-Hansen, prestur hava guðstænastuna. 

Flaggsigling 2019 er fjølbroytt ferð hjá føroyskum træseglskipum í mai-juni mánaða í ár. Sunnudagin 2. juni eru tað 100 ár síðani, at føroyska flaggið, Merkið, fyri fyrstu ferð alment varð sýnt fram. Meira kunning á facebook bólkinum flaggsigling 2019

komandi guðstænatur og tiltøk

Sunnudagin 21. apríl, páskadagur, kl. 14.00:

Guðstænasta v/ Borgny Brünings-Hansen, presti.

Sunnudagin 5. mai kl. 14.00:

Sunnudagin 19. mai kl. 14.00:

Týsdagin 4. juni kl. 17.30. Kvøldtúrur við sluppini Norðlýsi.

Umborð fáa vit góða, føroyska fiskasuppu/høvdasuppu við fyllu. Eisini ber til at keypa drekkandi umborð. Túrurin varðir umleið 4 tímar, so vit vænta at vera aftur kl. 22.00. Kostnaður 250,- Pláss er fyri 45 ferðafólkum. Tekning fer fram á bbh@km.dk ella 51 35 51 90 í seinasta lagi mikudagin 29. mai

16. juni kl. 14.00:

7. juli kl. 14.00:

28. juli. Ólavsøkuguðstænasta. Lýst verður nærri seinni.

18. august kl. 14.00: Guðstænasta v/ Borgny Brünings-Hansen, presti.

Felagsguðstænasta við kirkjuliðið í Lyderslev.

Sunnudagin 24. mars kl 10.30 er felags guðstænasta við kirkjuliðið í Lyderslev. 

Í samband við at tað 25. mars eru 200 ár liðin síðan V. U. Hammershaimb var borin í heim, verður felagsguðstænasta í Lyderslev kirkju. Hammershaimb var pestur í Lyderslev kirkju frá 1878 – 1897. Sungnir vera bæði føroyiskir og danskir sálmar. Eftir guðstænastuna verður ábit og frásøgn um Hammerhaimb. Eisini leggja vit krans á grøv hansara á Lyderslev kirkjugarði. 

Bussur koyrir frá Vardegade 14, 2100 København Ø kl 9.00 og vit vænta at vera heima aftur umleið kl. 16.30. Kostnaður 150,-  

Boða frá luttøku í seinasta lagi 21.3 á bbh@km.dk ella 51 35 51 90.

Pauli Højgaard, socialpedagogur greiður frá sínum arbeiði á Vestarubrúgv.

Hósdagin 14. mars kl. 19.00 greiður Pauli Højgaard, socialpedagogur frá sínum arbeiði á Vestarubrúgv.

Pauli er ættaður av Skála og hevur í fleiri ár verið ein av leiðarunum á “Mændenes hjem”, har ikki sørt av føroyingum hava loftað sær, tá ið teir eru komnir at kroka undan heimloysi og øðrum socialum avbjóðingum.

Øll eru vælkomin og høvi verður at seta spurningar aftaná frásøgnina. Tað verður kaffisteðgur, har vit vænta, at fólk leggja 10 kr, í felagskassan. Tað er ikki neyðugt við “tilmelding”, men vit fegnast, hvis fólk boða frá luttøku á info@fohus.dk.

Fyriskiparir vegna Føroyahúsið : Hans Petur & Virgar

Skrá yvir guðstænastur og tiltøk hjá Sankta Ólavs kirkjuliði í Hans Egedes kirkju vár – summar 2019

Hósdagin 14. mars kl. 19.00 greiður Pauli Højgaard, socialpedagogur frá sínum arbeiði á Vestarubrúgv. 

Pauli er ættaður av Skála og hevur í fleiri ár verið ein av leiðarunum á “Mændenes hjem”, har ikki sørt av føroyingum hava loftað sær, tá ið teir eru komnir at kroka undan heimloysi og øðrum socialum avbjóðingum.

Øll eru vælkomin og høvi verður at seta spurningar aftaná frásøgnina. Tað verður kaffisteðgur, har vit vænta, at fólk leggja 10 kr, í felagskassan. Tað er ikki neyðugt við “tilmelding”, men vit fegnast, hvis fólk boða frá luttøku á info@fohus.dk.

Fyriskiparir vegna Føroyahúsið : Hans Petur & Virgar

Sunnudagin 17. mars kl. 14.00: 

Guðstænasta v/ Borgny Brünings-Hansen, presti.

Sunnudagin 24. mars kl 10.30  Felagsguðstænasta við kirkjuliðið í Lyderslev. 

Í samband við at tað 25. mars eru 200 ár liðin síðan V. U. Hammershaimb var borin í heim, verður felagsguðstænasta í Lyderslev kirkju. Hammershaimb var pestur í Lyderslev kirkju frá 1878 – 1897. Sungnir vera bæði føroyiskir og danskir sálmar. Eftir guðstænastuna verður ábit og frásøgn um Hammerhaimb. Eisini leggja vit krans á grøv hansara á Lyderslev kirkjugarði. 

Bussur koyrir frá Vardegade 14, 2100 København Ø kl 9.00 og vit vænta at vera heima aftur umleið kl. 16.30. Kostnaður 150,-  

Boða frá luttøku í seinasta lagi 21.3 á bbh@km.dk ella 51 35 51 90.

Sunnudagin 31. mars kl. 14.00. Heimurin, ið hvarv – útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin. Fyrilestur við Knút Háberg Eysturstein. 

Knút Háberg Eysturstein, f. 1980, er cand. mag. í tónleikafrøði og tónleikari. Hann hevur skrivað um, granskað og undirvíst í tónleiki. Hevur givið tónleik út í egnum navni, verið við í nógvum tónleikaútgávum og spælt í fleiri bólkum.

21. mars kemur bók á marknaðin um Regin Dahl, sum K. H. Eysturstein hevur skrivað. Tað er við útgangsstøði í hesi bók at Knút heldur fyrilesturin. 

Tónleikur verður eisini á skránni til hetta tiltak. Ernst Sondum Dalsgarð og Paula Danielsen syngja nøkur løg eftir Dahl. 

Í steðginum verður ábit og tá verður eisini høvi at keypa drykkjuvørur. 

Sunnudagin 7. apríl kl. 14.00: 

Guðstænasta v/ Borgny Brünings-Hansen, presti.

Sunnudagin 21. apríl, páskadagur, kl. 14.00: 

Guðstænasta v/ Borgny Brünings-Hansen, presti.

Sunnudagin 5. mai kl. 14.00: 

Guðstænasta v/ Borgny Brünings-Hansen, presti.

Sunnudagin 19. mai kl. 14.00: 

Guðstænasta v/ Borgny Brünings-Hansen, presti.

Sunnudagin 2. juni kl. 13.30. Guðstænasta í Holmens kirkju í samban við Flaggsigling 2019. Heri Joensen, prestur og Borgny Brünings-Hansen, prestur hava guðstænastuna. 

Flaggsigling 2019 er fjølbroytt ferð hjá føroyskum træseglskipum í mai-juni mánaða í ár. Sunnudagin 2. juni eru tað 100 ár síðani, at føroyska flaggið, Merkið, fyri fyrstu ferð alment varð sýnt fram. Meira kunning á facebook bólkinum flaggsigling 2019

Týsdagin 4. juni kl. 17.30. Kvøldtúrur við sluppini Norðlýsi.

Umborð fáa vit góða, føroyska fiskasuppu/høvdasuppu við fyllu. Eisini ber til at keypa drekkandi umborð. Túrurin varðir umleið 4 tímar, so vit vænta at vera aftur kl. 22.00. Kostnaður 250,- Pláss er fyri 45 ferðafólkum. Tekning fer fram á bbh@km.dk ella 51 35 51 90 í seinasta lagi mikudagin 29. mai

16. juni kl. 14.00: 

Guðstænasta v/ Borgny Brünings-Hansen, presti.

7. juli kl. 14.00: 

Guðstænasta v/ Borgny Brünings-Hansen, presti.

28. juli. Ólavsøkuguðstænasta. Lýst verður nærri seinni. 

18. august kl. 14.00: Guðstænasta v/ Borgny Brünings-Hansen, presti.

Vártiltak um skaldið Regin Dahl – sum menniskja og listafólk 31. mars

Regin Dahl endar í útlegd orsakað av seinna heimsbardaga. Útlegdin hevur formað hann sum menniskja og listafólk. Úr hesi útlegdini syngur Regin Dahl til okkara. Hann er sum rødd, ið rópar úr oyðimørkini. Úr útlegdini syngur hann harmasangir úr teirri felags fortíð, ið vit øll hava mist. Um tað samfelag, sum hann sjálvur varð rivin úr. Um hin horvna heimin, ið hann sum barn og ungur sá í brotum, men sum brádliga hvarv og ongantíð kom aftur. Samstundis eisini um kærleika, náttúru og lívsælu.

Fyrilestrarhaldari
Knút Háberg Eysturstein, f. 1980, er cand.mag. í tónleikafrøði og tónleikari. Tann 21. mars í ár kemur bók á marknaðin um Regin Dahl, sum Knút H. Eysturstein hevur skrivað. Tad er við útgangsstøði í hesi bók at Knút heldur fyrilesturin, sum fer at snúgva snýr seg um Regin Dahl sum tónaskald, og um hvussu útlegdin eyðkennir hansara verk.

Tónleikarar
Ernst Sondum Dalsgarð og Paula Danielsen syngja nøkur løg eftir Regini Dahl.

Skráin
14:00-14.30 Fyrilestur 1. partur v/ Knút H. Eysturstein
14:30-14:45 Tónleikur v/ Ernst S. Dalsgarð og Paulu Danielsen
14:45-15:15 Steðgur
15:15-15:45 Fyrilestur 2. partur v/ Knút H. Eysturstein
15:45-16:00 Tónleikur v/ Ernst S. Dalsgarð og Paulu Danielsen

Fyrilesturin verður hildin í Hans Egede Kirke, Vardegade 14, 2100 KbH Ø.

Ókeypis luttøka. Í steðginum verður ábit. Høvi er eisini at keypa drykkjuvørur.

Tiltakið er lýst á Facebook, sí her

Kristiligum Ungmannafelag til minnis sunnudagin 2. desember

Kristiligt Ungmannafelag, sum kallaðist Mílafelagið, var stovnað 3. desember 1918. Emil Joensen prestur var ein av teimum leiðandi í felagnum. Tá ið hann doyði í 1975, fánaði eisini felagið burtur.

Men tey fyrstu 50 árini var hetta eitt virkið og týðandi felag hjá føroyingum í Keypmannahavn og har um vegir.

Eftir gudstænastuna 2. desember fara vit eina løtu at minnast Kristiligt Ungmannafelag viðfrásøgnum, myndum og sangi. Oddur Hansen og og Martin Fjallstein skipa fyri og siga frá.